placeholder
Fótbóltur

Tottenham snávaði í Southampton

Liðið hjá Conte var í yvirtali allan seinna hálvleik, men megnaði ikki at gera sær dælt av støðuni og misti harvið í topp-fýra stríðnum. West Ham og Crystal Palace vunnu bæði við trimum málum.

Kane skoraði, men tað var bert nóg mikið til at fáa eitt stig (Savnsmynd - EPA)

Kane skoraði, men tað var bert nóg mikið til at fáa eitt stig (Savnsmynd - EPA)

2021-12-28 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í 20. umfari í Premier League vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15, sum ein partur av jólaskránni í deildini.

Tottenham var favorittur á útivølli móti Southampton og kundi veruliga nærkast arvafíggindan á 4. plássi, Arsenal, við  einum sigri. Tað var tó heimaliðið, ið vann 3-2 á West Ham í London 2. jóladag, sum byrjaði nakað betri, og eins í tveimum teimum seinastu dystunum skoraði liðformaðurin við tí gylta høgra fótinum. Leiðslumálið hjá James Ward-Prowse kom í 25. minutti, men eitt korter seinni feldi Mohammed Salisu Heung-Min Son á klossutan hátt til høgru í brotsteignum. Verjuleikarin úr Ghana fekk sítt seinna gula kort, og Harry Kane skoraði ógvuliga trygt úr ellivu metrum. 

50 minuttir við ellivu móti tíggju var ikki nóg mikið hjá liðnum hjá Conte til at fáa sigursmálið, hóast stórt yvirtak og eisini nakrar góðar møguleikar. Southampton stríddist væl og kundi stolið sigurin í yvirtíðini við kontraálopið, men Lloris bjargaði væl. Conte hevur framvegis ikki

West Ham tapti móti júst Southampton fyri tveimum døgum síðani, men í dag vann liðið hjá Moyes og yvirhálaði harvið Tottenham. Tað byrjaði annars heilt illa hjá West Ham í Watford, tí í 4. minutti skoraði vandamikli Emmanuel Dennis, men útiliðið svaraði aftur tvær ferðir beint fyri hálvur tími var leiktur og økti tvær ferðir í seinna hálvleiki. Fýra ymiskir málskjúttar vóru - Jarrod Bowen legði upp til trý mál fyri West Ham, ið nú er á 5. plássi.

Crystal Palace greiddi sína skyldu á heimavølli móti botnproppinum Norwich, ið nú hevur tapt fimm dystir á rað. Øll málini komu í fyrra hálvleiki, har Odsonne Edouard var stóri maðurin við einum máli og tveimum uppleggum. Crystal Palace er í løtuni í ovaru hálvu á stigatalvuni.

Ein dystur verður leiktur í kvøld - tað er í Leicester, har Liverpool er á vitjan.

Premier League 20. umfar
Í dag - týsdagin 28.12

Crystal Palace - Norwich 3-0 (3-0)
Southampton - Tottenham 1-1 (1-1)
Watford - West Ham 1-4 (1-2)

20.00: Leicester - Liverpool

Útsettir orsakað av koronu:
Arsenal - Wolves
Leeds - Aston Villa

Seinasti dystur í 19. umfari - í gjár (27.12)
Newcastle  - Manchester United 1-1 (1-0)
7' Allan Saint-Maximin 1-0
71' Edinson Cavani 1-1

Les eisini: Manchester United í risatrupulleikum

Stigatalvan sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder