Fótbóltur

Tottenham tveitt úr Conference League

Dysturin móti Rennes varð ikki spældur, vegna koronuútbrot í Tottenham-leguni, tað eydnaðist ikki hjá UEFA at áseta nýggja dagfesting, og so varð liðið hjá Conte dømt at tapa dystin. Tað viðførir so at siga beinleiðis, at ein av favorittunum er úti av kappingini.

Harry Kane og liðfelagarnir skulu nú bara hugsavna seg um heimligu kappingarnar (Mynd: EPA)

Harry Kane og liðfelagarnir skulu nú bara hugsavna seg um heimligu kappingarnar (Mynd: EPA)

2021-12-21 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin bar væl til hjá Tottenham at spæla, og tað gekk rímiliga væl. Tað endaði við 2-2 javnleiki móti Liverpool, og hetta var fyrsti dystur hjá liðnum hjá Antonio Conte síðani 5. desember. Orsøkin til teir tríggjar útsettu dystirnar var, at koronuútbrot hevur verið millum leikarar og venjaratoymi hjá Tottenham.

Ein av útsettu dystunum var tann, sum skuldi verða á heimavølli móti Rennes 9. desember, í 6. og seinasta umfari í bólki G. Tottenham var óvæntað í torførari støðu - serliga orsakað av 2-1 ósigrinum í Slovenia móti  ókenda Mura 25. novermber. Mura fekk bert hesi stigini í bólkaspælinum og Tottenham sjey.

Les eisini: Premier League: Jóla-og-nýggjársskráin verður ikki broytt

Enska felagið fekk ikki møguleikan at royna at vinna seg upp á tíggju og eitt møguligt 2. pláss, tí hóast dysturin móti Rennes í fyrstu syftu varð útsettur, og liðini royndu at finna eina nýggja dagfesting, so hoppaði UEFA inn, og eftir at tað eftir nakrar dagar ikki eyndaðist at finna nýggja dagfesting, varð Tottenham, ið hevði trettan koronutilburðir tá, dømt at tapa. Hetta merkir, at niðurlendska Vitesse fer víðari saman við Rennes, og at evropeiski parturin av kappingarárinum hjá Tottenham er av - hetta eru tey í felagnum sjálvsagt vónbrotin av. Tottenham var ein av favorittunum í kappingini.

Eitt serligt við hesum er eisini, at Tottenha nú, sum tað higartil einasta liðið, hevur roynt at verið sligið út úr øllum bólkaspælum í UEFA-kappingum. UEFA Conference League er nú í gongd fyri fyrstu ferð. Endaspælið byrjar í februar - har eru lið sum Leicester, Roma, FCK, Celtic og Bodø/Glimt við.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder