Fótbóltur

Tottenham vann seg uppá 2. plássið

Við einsamøllum málið frá Son seint í dystinum, koppaði Tottenham Newcastle á Wembley og er framvegis partur av stríðnum um meistaraheiti.

Matchvinnarin Son fegnast her saman við Fernando Llorente, ið kom inn og legði upp til málið
(Mynd: EPA)

Matchvinnarin Son fegnast her saman við Fernando Llorente, ið kom inn og legði upp til málið (Mynd: EPA)

2019-02-02 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 25. umfarið varð leiktur á Wembley, har Rafa Benitez og Newcastle vóru á vitjan og skuldu royna at endurtaka bragdið frá týskvøldinum, tá liðið úr Norðuronglandi vann á einum av liðunum í oddinum. Tá var tað ímóti Guardiola og City, í dag var tað ímóti Pochettino og hansara heldur skerda Tottenham-liðið uttan Kane og Alli.

Benitez royndi seg við sama taktikki sum seinast: 5-4-1 leikskipan, standa djúpt og kompakt, avvísa og síðani satsa uppá at skapa møguleikar við mótálopum og deyðbóltum. Hjá Newcastle eydnaðist eisini at halda málið reint leingi, hóast heimaliðið søkti at, legði tungt trýst til tíðir og kom fram til nakrar stórar málmøguleikar.

Í 1. hálvleiki skuldi Lucas Moura lagt Tottenham á odda, tá hann kom at standa púra fríur, men stútarin fór onkursvegna framvið. Lucas hevði ein annan stútara, sum fór uppum, og Lamela rakti yvirleggjaran, tá hann royndi seg við høvdinum. Í 2. hálvleiki var tað Rondon, ið stútaði men rakti træverkið (stólpan). Størsta møguleikan átti tó Tottenham, tá Christian Eriksen stýrdi bóltin framvið Dubravka, men á sjálvari málstrikuni ruddaði Fabian Schär bóltin burtur. Mállinjutøknin vísti, at bólturin akkurat ikki var innanfyri.

Tað liktist einum málleysum javnleiki, men í 83. minutti fekk heimaliðið løn fyri yvirvágina og stríðið, tá Son royndi seg beint uttanfyri brotsteigin og Dubravka ikki megnaði at halda bóltinum. Harvið avgjørdi Tottenham triðja dystin á rað innanfyri seinastu tíggju minuttirnar og vann sær trý týdningarmikil stig afturat, ið gera at Tottenham fyribils er nummar 2 - fýra stig aftanfyri oddaliðið Liverpool. 

Tottenham - Newcastle 1-0 (0-0)
1-0 83.min Son Heung-Min

Hesir seks dystirnir eru á skránni seinni í dag: 

15.00: Brighton - Watford

           Burnley - Spouthampton
           Chelsea - Huddersfield
           Crystal Palace - Fulham
           Everton - Wolves 
          
17.30: Cardiff - Bournemouth 


1

Liverpool

 

61 stig

2

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

3

Manchester City

 

56 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Arsenal

 

47 stig

6

Manchester United

 

45 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United

 

31 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

Dagførd 3. februar kl. 11.32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder