Eftir kappingarárið 2016/2017 flutti Tottenham yvir á tjóðarleikvøllin, Wembley. Gamla White Hart Lane varð tikið niður og beinanvegin varð farið í gongd at byggja nýggja leikvøllin, har tann gamli var. Meiningin var, at nýggi leikvøllurin skuldi vera til reiðar til hetta kappingarárið, men tað hevur ikki gingið sum ætlað við byggingini.
Tað hevur verið útsett fleiri ferðir, og í dag kunngjørdi Tottenham at felagið kemur í øllum førum at spæla sínar heimadystir á Webley fram til mitt í februar. Sky Sports skrivar, at teir næstu tríggir dystirnir í Premier League verða leiktir á tjóðarleikvøllinum frammanfyri í mesta lagi 51,000 áskoðarum.
Dystarskráin hjá liðnum hjá Pocchettino á Wembley inniheldur eisini eina spenanndi áttandapartsfinalu móti Dortmund 13. februar. Um Tottenham kemur víðari í FA Cup og fær heimadyst í 5. umfari, ið verur í somu viku sum Champions League dysturin, so verður tann dysturin eisini leiktur á Wembley.
Tottenham vann í gjár 1-0 á Chelsea á Wembley í fyrru hálvfinaluni í Carabao Cup. Liðið liggur á 3. plássi í Premier League; seks stig aftanfyri oddaliðið Liverpool. Tottenham tekur ímóti Manchester United sunnudagin.
Les eisini: Tottenham hevur fyrimunin undan seinnu uppgerðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald