Fótbóltur

Toulouse hevur keypt Jens Berthel Askou

Fyrrverandi HB-venjarin fer til bestu fronsku deildina eftir eitt frálíkt kappingarár í Skotlandi.

Greipuvenjari í Føroyum í 2020 - skjótt venjari í bestu fronsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greipuvenjari í Føroyum í 2020 - skjótt venjari í bestu fronsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-22 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maðurin sum leiddi HB til greipuna í 2020 - og tað nýggjasta meistarahetið hjá HB - er nú keyptur leystur úr Motherwell.

Jens Berthel Askou fór til skotska felagið eftir eitt hálvt ár sum hjálparvenjari í FCK. 43-ára gamli danin hevur síðani árið í HB eisini verið hjálparvenjari hjá Sparta Prag og høvuðsvenjari hjá Horsens og IFK Göteborg.

Berthel stóð seg ógvuliga væl í Motherwell, sum endaði í niðara hálvu í 2024-2025. Júst farna kappingár endaði liðið á 4. plássi og spældi seg til evropeisku pláss. 

[object Object]
Jens Berthel Askou eftir at greipan hjá HB kom í hús í desember 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Áhugi ljóðaði at vera frá millum annað skotsku meistarunum, Celtic. Men nú endaði venjarin í Fraklandi.

Tað er Toulouse, ið hevur keypt Jens Berthel Askou leysan úr sáttmála hansara í Skotlandi.

Felagið endaði á 10. plássið í Ligue 1 í 2025/2026. Fyri trimum árum síðani gjørdist liðið franskur steypavinnari. Nú skal HB-venjarin frá 2020 royna at leiða liðið víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder