Leygarkvøldið 5. september var stórt fyri Víking, sum við flottum finalusigri á KÍ, tryggjaði triðja stóra steyp felagsins - her merkir stórt steyp FM ella Løgmanssteypið.
Í 2022 vann Víkingur eisini finaluna um Løgmanssteypið móti KÍ, og í 2024 vunnu Jóhan Petur Poulsen og hansara menn føroyameistaraheitið fyri triðju ferð í søgu felagsins.
Sí eisini: Sølvi Vatnhamar og Víkingur vunnu steypagull fyri sjeyndu ferð
![]()
![]()
Ein sterkur felagsskapur og eitt sterkt felag í føroyskum fótbólti (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Víkingur hertók Tórsvøll
Harvið hevur Víkingur vunnið tíggju stór steyp í vaksnamannafótbólti síðani stovnanina í 2008. Einki annað felag hevur vunnið so nógv á manssíðuni hetta tíðarskeiðið, um FM og steypakappingin er við - HB hevur níggju stór steyp seinastu 18 árini og KÍ sjey.
Við úrslitinum á Tórsvølli síðsta vikuskifti sær steypabýti í føroyskum mansfótbólti soleiðis út seinastu fimm árini.
FM og Løgmanssteypið síðani 2022:
KÍ: 4 (Trý FM og eina steypakapping)
Víkingur: 3 (Eitt FM og tvær steypakappingar)
HB: 2 (Tvær steypakappingar)
Í løtuni liggur NSÍ til at vinna føroyameistaraheitið 2026 og harvið koma á listan. KÍ er nummar tvey og kann harvið framvegis vinna fimta FM-heiti seinastu seks árini. Við hesum hevði KÍ havt helmingin av steypunum sama tíðarskeið.
Stór útskifting frá seinastu steypunum - trúgva uppá egið tilfeingi
Hjá Víkingi eru avrikini og úrslitini serliga góð av fleiri orsøkum, og júst steypagullið 2026 fær ein at spíla eyguni út.
Í finalusigrinum hesaferð vóru níggju av teimum ellivu spælarum, sum byrjaðu dystin, uppaldir í felagnum; harav nógvir ungir mans. Hinir báðir - Jákup Johansen og Jørgen Nielsen - eru eysturoyingar og hava verið í felagnum í nøkur ár. Fyrrnevndi síðani 2020 og Jørgen kom sum 20-ára gamal í 2024.
Umframt hetta kom 16-ára gamli Rósing Sverrason Toyt, sum júst er komin á besta liðið, á vøllin tá tað var 1-0. Og evnaríki miðvallarin var nær við at økja beint fyri málið hjá Aroni Jarnskor Ellingsgaard. Á odda gkk 40-ára gamli leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar.
![]()
Ingi Jonhardsson, Rósing Sverrason Toyt og Jørgen Nielsen fegnast saman við einum fjeppara (Mynd: Sverri Egholm)
Í mun til FM-árið í 2024, eru átta av teimum 13, sum spældu flest minuttir tá, burtur.
Og í mun til steypafinaluna í 2022, eru níggju av teimum 14 spælarunum, ið vóru á vøllinum ta kvøldið móti KÍ, ikki í hópinum nú.
Talan er í stóran mun um lyklaspælarar, sum eru seldir útum landoddarnar ella givnir:
Gunnar Vatnhamar, Noah Mneney, Geza David Turi, Olaf Bárðarson, Poul Kallsberg, Árni Nóa Atlason, Ari Olsen, Martin Klein, Bárður Hansen, Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen, Bergur Gregersen og Atli Gregersen.
Umframt hetta skal serliga nevnast, at Aron Benjaminsen, størsti profilurin á liðnum í ár, varð seldur til skotska Hearts í síðstu viku. Harvið spældi vandamikli vongurin ikki í steypafinaluni.
Víkingur hevur ikki verið úti eftir nógvum spælarum seinastu árini; har býr ein trúgv uppá egið fólk í stóran mun, og konseptið er greitt. Hetta við sterkum felagsskapi, sterkari nevnd og umfevnandi stuðli í nærumhvørvinum.
Her eigur høvuðsvenjarin seinastu seks árini Jóhan Petur Poulsen stórt rós. Nærum fýra ár eftir fyrsta steypið undir honum, vann Víkingur aftur móti favorittunum úr KÍ - hesaferð við øðrvísi liði men við líknandi ætlan, umframt sterkum hugburði og vilja sum eyðurkennir "eysturbúgvar".
![]()
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er tann longst sitandi í føroyskum mansfótbólti - her fær hann uppibornan heiður (Mynd: Sverri Egholm)
Við steypagullinum leygarkvøldið hevur Víkingur eisini tryggjað evropeiskt pláss sætta árið á rað. Í 2018, 2019 og 2020, árið har Jóhan Petur Poulsen tók við seint í árinum, spældi Víkingur seg ikki til slíkt. Eftir trý fimta pláss á rað, er funnið aftur til eina væleydnaða uppskrift í Gøtu og Leirvík.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald