Annað

Triðja uttandura gongulagskappingin í ár

Finalurnar í triðju gongulagskappingini vóru í Havnardali leygardagin.

Vinnarar av V1: Í miðjuni, nr. 1: Knút Lützen og Kári frá Ásbrú. Til vinstru, nr. 2: Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli og til høgru, nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

Vinnarar av V1: Í miðjuni, nr. 1: Knút Lützen og Kári frá Ásbrú. Til vinstru, nr. 2: Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli og til høgru, nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

2022-06-17 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Veðrið vísti seg frá síni betru síðu, tá finalurnar í triðju Safari Transport uttandura gongulagskappingini vóru í Havnardali leygardagin. Innleiðandi umførini vóru hóskvøldið og fríggjakvøldið, tá bæði fitt av vindi og grov æl vóru.

Knút og Kári høvdu ein góðan dag
Ikki óvæntað vann Knút Lützen á hestinum Kára frá Ásbrú bæði fjórðgongdina – V1, og tøltkappingina – T1. 

Í V1 skulu hesi gonguløg vísast: Spakuligt tølt, skjótt tølt, trav, fet og lop – og í T1 skal skjótt og spakuligt tølt skal vísast, umframt tølt við ferðøkingum, har riðið verður skjótt eftir langsíðunum og spakuligt eftir stuttsíðunum. 

Eisini fleiri onnur reiðfólk fóru heim við fleiri medaljum um hálsin – sí øll úrslit niðast í greinini.

Fýra pør til T2 tøltkapping
Tað var stuttligt at síggja, at ikki færri enn fýra pør høvdu meldað til T2 – ofta er kanska bert eitt ella tvey pør at síggja á breytini til hesa kappingina, har fyrst spakuligt tølt skal vísast, síðani tølt við valfríari ferð og at enda tølt við sløkum teymum – tvs. at reiðfólkið skal klára at halda rossið í tølti uttan at hava teymsamband. Tað er altíð spennandi at síggja, hvussu tað eydnast.

Spennandi fimmgongdin, F1
Tað er eisini spennandi og stuttligt at hyggja eftir fimmgongdini, har rossini umframt fet, trav, tølt og lop – eisini skulu vísa skeið. Skeið er tá rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á. Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at banin er heldur stuttur, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 m. Hesa ferð vóru tvey pør meldað til fimmgongdina.

Nógvir ungdómar við
Av tí at so nógv ung undir 22 ár vóru við til kappingina, høvdu teu sína egnu finalu í V1. Hugaligt at síggja, hvussu tey ungu mennast – og hvussu fleiri børn og ung leggjast afturat hvørt ár.

Úrslit frá kappingini:

Vinnarar, T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

Nr. 3 Regin Johannesen og Ósk frá Prestsbakka 

Vinnarar, V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

Nr. 2 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli 

Nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni 

Vinnari, T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II

Nr. 3 Jacklin Durhuus og Amor frá Útnyrðingsstöðum

Vinnarar, F1
Nr. 1 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum

Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti

Vinnarar, V5
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni

Nr. 2 Lív Hilduberg Heinesen og Segull frá Kommu

Nr. 3 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2

Vinnarar, T7
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni

Nr. 2 Lív Hilduberg Heinesen og Segull frá Kommu

Nr. 3 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2

Vinnarar, V1, ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

Nr. 2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili

Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Brynjar frá Snartarstöðum II

Vinnarar av Røktartallerkinum gjørdist Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, og Samreiðsteypið vann Knút Lützen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder