Eftir landsliðssteðg fer Betri deildin kvinnur í gongd aftur.
Um vikuskiftið verður hol sett á fjórða umfar í kvinnudeildini. Hjá flestu liðum er hetta annað umfar, men hjá EBS/Skála verður hetta fyrsti dystur í hesum kappingarárinum.
EBS/Skála tekur ímóti 07 Vestur undir Mýruhjalla á Skála klokkkan 14 leygardagin. TB/FCS/Royn, sum tapti 11-0 ímóti FM-favorittunum KÍ, seinasta umfar, skal royna at gera tað betur móti NSÍ, sum er á vitjan í Trongisvági klokkan 15.
Sunnudagin er ein dystur. KÍ tekur ímóti B36, sum síðsta umfar leikti javnt 2-2 móti Víkingi.
Síðsti dysturin í hesum umfarinum - sum á pappírinum er fjórða umfar - er HB-Víkingur, men hann verður ikki spældur fyrr enn 10. mai.
HB hevur enn ikki leikt nakran dyst hetta kappingarárið. Fyrsti dysturin verður móti NSÍ næsta vikuskiftið.
EBS/Skála-07 Vestur (Leygardag kl. 14)
TB/FCS/Royn-NSÍ (Leygardag kl. 15)
KÍ-B36 (Sunnudag kl. 12:15)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald