Fótbóltur

Tríggir heilt ymiskir dystir í væntu

Tann fyrsti av dagsins dystum verður bríkslaður í gongd í Trongisvági. Seinasta bríksl í triðja og seinasta dystinum, verður við Djúpumýrar áleið klokkan 21.

ÍF vitjar í Trongisvági, og skal royna at vinna sín triðja dyst á rað. HB fer eftir tí sjeynda í sjey møguligum, tá Skála vitjar (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF vitjar í Trongisvági, og skal royna at vinna sín triðja dyst á rað. HB fer eftir tí sjeynda í sjey møguligum, tá Skála vitjar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-13 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 7. umfari vórðu leiktir í gjárkvøldið. Heilt sum væntað høvdu B36 og NSÍ ikki stórvegis trupulleikar við at vinna á heimavølli á ávíkavist EB/Streymur og AB.

Les eisini: B36 og NSÍ vunnu tryggar sigrar

Hetta ger, at NSÍ og B36 í løtuni eru stutt aftanfyri HB. Oddaliðið er tó risafavorittur í kvøld, tá Skála vitjar. Teir appelsinlittu hava í miðal latið fimm mál í sínum trimum dystum móti topp-fimm liðum í ár (B36 og Vìking úti og NSÍ heima), og eru í dag uttan sín besta verjuleikara: Teit Reinert Joensen. Hópurin hjá HB sær ikki breiður út í løtuni, men liðið hjá Jens Berthel Askou hevur fult stigatal og hevur sæð sannførandi út.

[object Object]
Tað snýr seg helst um at halda støddini á tapinum niðri hjá Skála, sum hevur eitt stig og skal vitja oddaliðið. Víkingur vitjar í Klaksvík, har týðandi dystur er á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og Víkingur hava bæði sum mál at fylgja við liðunum, sum eru nøkur stig frammanfyri, og dysturin í Klaksvík í kvøld verður helst tættur og spennandi. Inntensiteturin plagar ikki at mangla millum "grannarnar", og væntast kann at hesin dysturin verður tann av teimum í dag við mest góðsku samanlagt, og liðini eru undir einum ávísum trýsti. KÍ manglar leikbannaða Deni Pavlovic, men tað er ógvuliga umráðandi fyri liðið, at liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen er tøkur aftur.

[object Object]
KÍ tryggjaði sær eitt umráðandi stig í yvirtíðini móti NSÍ við tíggju monnum seinasta vikuskifti, men rennur aftaná og jagstrar sín fyrsta sigur í innanhýsis topp-fimm dystum í ár (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF hevur vunnið tveir dystir á rað og hevur vunnið allar tríggjar innahýsis botn-fimm uppgerðirnar. Um fuglfirðingar megna at vinna á TB eisini, og Víkingur tapir í Klaksvík í kvøld, so er ÍF í topp-fimm og frammanfyri grannarnar, tá umfarið er av. TB hevur gjørt tað trupult fyri topp-fimm liðini, ið hava vitjað, men hevur tó ikki fingið nakað stig. Nú kemur ein uppgerð, har teir í TB heilt sikkurt eru uppsettir uppá at vinna. Meinhardt Joensen verjir aftur TB-málið í kvøld, og Rógvi Joensen, ið noyddist út við skaða móti HB, verður í hópinum.

[object Object]
Tað endaði 0-1 við Stóra, tá HB vitjaði fyri viku síðani (Mynd: Bjartur Vest)

Vit dagføra frá øllum trimum dystunum og hava myndir úr Gundadali og í Klaksvík, og fáa eisini viðmerkingar eftir KÍ- Víking. Eftir dystirnar taka vit samanum.

Leygardagin 13.06
14.00: TB - ÍF
17.00: HB - Skála
19.00: KÍ - Víkingur

Fríggjadagin 12.06

B36 - EB/Streymur 4-1 (2-0)
16' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
41' Michal Przybylski (Stefan Radosavljevic) 2-0
50' Michal Przybylski (Meinhard Egilsson Olsen) 3-0
69' Símun Sólheim 3-1 (Magnus Jarnskor)
89' Meinhard Egilsson Olsen 4-1

Myndir: B36 - EB/Streymur

NSÍ - AB 3-0
4' Klæmint Andrasson Olsen (Salmundur Bech)
23' Bárður Jógvansson Hansen (Jann Benjaminsen)
87' Petur Knudsen (Búi Egilsson) 3-0

Støðan: 
1. HB (18 stig) 
2. NSÍ (16 stig) *
3. B36 (15 stig) *
4. KÍ (13 stig)
5. Víkingur (11 stig) 
 6. ÍF (9 stig) 
7. EB/Streymur (6 stig) * 
8. AB (2 stig) *
9. TB (1 stig) 
10. Skála (1 stig) 

Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder