Varsjava, Pólland (Portalurin) - Føroyar skulu í kvøld stríðast við póllendingar, sum millum annað hava Robert Lewandowski í byrjanaruppstillingini.
Håkan Ericson og toymi hava valt teir fyrstu ellivu, og ikki óvæntað eru vanligi málverjin og tann tekniskt sterkasti sentrali miðvallarin ikki við frá byrjan. Teitur Matras Gestsson er júst byrjaður aftur at venja, og Brandur Hendriksson Olsen verður meira ella minni spardur til Moldova-dystin sunnudagin.
René Shaki Joensen og Gunnar Vatnhamar manna sentrala miðvøllin. Kanska eitt sindur óvæntað er Jákup Biskopstø Andreasen ikki við frá byrjan. KÍ-liðformaðurin hevur tó verið nakað fysisikt kroystur og darvaður av knænum, og man velur í dag at hava Gunnar á miðvøllinum og Hørð Askham, Odmar Færø og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni. Shaki hevur verið nakað ivasamur.
Hørður Askham (t.h) byrjar inni á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð í nærum eitt ár. 28-ára gamli havnarmaðurin spældir nú í danska AB í triðbestu donsku deildini. Ári Mohr Jónsson er ein av teimum trimum á bonkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Høvuðsvenjarin hevur tikið sínar avgerðir (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Tað mest umráðandi er verjuparturin
Mattias Lamhauge verjir málið, og Jóan Símun Edmundsson er fremsti maður hjá Føroyum í Póllandi. Dysturin á leikvøllinum, har yvir 50.000 áskoðarar vera til staðar, byrjar 19.45 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.
Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L ) - Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson
Verjukent útgangsstøði (Mynd: UEFA)
Mynd: UEFA
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
19.45:
Pólland - Føroyar
Kekkia - Albania
Støðan:
Kekkia 7 stig
Albania 6 stig
Moldova 5 stig *
Pólland 3 stig
Føroyar 1 stig
* Moldova hevur spælt ein dyst fleiri: Fýra dystir - hini hava spælt tríggjar
Dagført: 18.52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald