Varsjava, Pólland (Portalurin) - Í kvøld skal føroyska A-landsliðið aftur í eldin. Uppgávan er stór, hóast tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Póllandi í EM-undannkappingini. Í kvøld taka Robert Lewandowski og hinir ímóti í 5. størsta landinum í Evropa eftir fólkatali. Júst tað at liðið hjá Ferando Santos er so kroyst, og órógv er kann vera ein fyrimunur ella - ella ein vansi.
Pólland skal hava trý stig og fer heilt sikkurt at leypa á við nógvari megi frá byrjarn frammanfyri teimum umleið 50.000 áskoðarunum. Føroyar skulu standa ímóti, og tað verður allarhelst gjørt við trimum miðverjum. Heini Vatnsdal verður ikki við, so talan verður við næstan 100 prosent vissu um Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad.
Tann triðji kann verða Gunnar Vatnhamar. Um leirvíkingurin spælir á miðvøllinum, er Hørður Askham mest upplagda boðið sum tann mittasti miðverjin. Spurningurin er eisini, hvussu birgur René Shaki Joensen er. Hann hevur verið darvaður av lærkrikanum og kann annars spæla øll pláss á miðvøllinum ella á vongbakkinum.
Frá venjingini í gjár tá René Shaki Joensen vandi fult við. Brandur Hendriksson verður sum skilst spardur nakað til sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
Í øllum førum skal krútsterkt føroyskt avrik til fyri at vera nær við at fáa stig. Sunnudagin snýr tað seg av álvara um at fáa stig, tá Moldova vitjar á Tórsvølli. Í kvøld eru tað øðrvísi fyritreytir og krøv fyri nøgdsemi.
Kringvarpið vístir dystin úr pólska høvuðsstaðnum beinleiðis. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45.
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
19.45:
Pólland - Føroyar
Kekkia - Albania
Støðan:
Kekkia 7 stig
Albania 6 stig
Moldova 5 stig *
Pólland 3 stig
Føroyar 1 stig
* Moldova hevur spælt ein dyst fleiri: Fýra dystir - hini hava spælt tríggjar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald