Í dag verður stórur steypadagur á Tórsvølli í Havn. Ikki færri enn tríggjar steypafinalur skulu spælast.
Fyrsta finalan verður hjá U17 dreingjunum hjá KÍ og HB, sum skulu spæla um Blaðberasteypið klokkan 12.30, og klokkan 15 verður tað U15 genturnar hjá Skála og HB, sum skulu spæla um Eilif Arge steypið.
Stóra brakið verður klokkan 17.30, tá kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum.
Sambært Fótbóltssambandinum verða yngru finalurnar vístar beinleiðis á Ras 1 í Televarpinum, meðan finalan hjá kvinnunum verður víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald