Fyrrapartin fríggjadagin varð føroyski hópurin til HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia 8. mai og 12. mai úttikin.
Sí eisini: 16 spælarar úttiknir til HM-dystirnar móti Norðurmakedonia
Ein av teimum úttiknu er Tróndur Mikkelsen. 23-ára gamli havnarmaðurin hevur annars so at siga ikki spælt síðani EM-endaspælið í januar. Tá fekk vinstri bakkurin ikki veruliga skotið vegna trupulleikar í høgru øksl. Tó kundi Tróndur koma við stórum verjuinnsatsi - serliga móti Noreg.
Seinastu mánaðirnar hevur talan verið um knæskaða hjá Kristiansand-spælaranum. Nú eru tó góð tíðindi úr Noreg:
- Knæðið hevur darvað meg seinastu tíðini, og tað hevur verið eitt slag av kapprenning, í mun til at verða klárur til dystirnar móti Norðurmakedónia. Nú havi eg fingið grønt ljós frá fysioterapeutinum, og so fái eg hesar dystirnar um upp-og niðurflyting við. Tað er deiligt og umráðandi at fáa kappingardystir í beinini áðrenn HM-dystirnar.
Hetta sigur Tróndur Mikkelsen við Portalin. Havnarmaðurin er greiður: Um alt gongst sum ætlað verður hann heilt klárur til avgerandi HM-dystirnar.
Tróndur Mikkelsen hevur verið fastur fúsur á A-landsliðnum seinastu árini. Hann hevur framvegis nakað av avbjóðing við skotarminum, men nógv bendir á, at hann verður týðandi partur av liðnum, sum skal royna at spæla Føroyar til enn eitt endaspæl (Savnsmyndir: Sverri Egholm)
Tróndur Mikkelsen hevur spælt heilt nógv undir Peter Bredsdorff-Larsen. Vinstri bakkurin hevur millum annað stóran týdning sum 2'ari í verjuni hjá landsliðnum.
Hann viðgongur, at skotarmurin ikki er heilt góður enn, men at framstig eru, og at hetta helst fer at ganga uppaftur skjótari, tá dystarformurin kemur.
Liðfelagin hjá Tróndi í Noreg, Bjarni í Selvindi, er úttikin sum eyka bakkur. Hetta millum annað tí at júst Tróndur Mikkelsen hevur okkurt at dragast við.
Teir báðir og Helgi Hildarson Hoydal skulu í kvøld (klokkan 19) spæla fyrsta upp-og niðurflytingardystirnar móti Melhus, sum í ár hevur spælt í næstbestu norsku deildin, fyri at varðveita plássið í fremstu røð. Av føroyingunum er tað bert Tróndur, sum hevur sáttmála fyri næsta kappingarár - Bjarni í Selvindi og Helgi Hoydal fara helst báðir víðari í summar.
Av teimum føstu A-landsliðsspælarunum er Rói Berg Hansen ikki tøkur vegna skaða. Pauli Jacobsen er byrjaður at venja aftur eftir ógvusliga skaðan í eyganum. Elias Ellefsen á Skipagøtu fór út eftir ein stoyt og pínu í knæðið í dysti í Berlin sunnudagin. Støða spælskiparans verður helst greiðari, tá THW Kil spælir Champions League-dyst í Montpellier í morgin.
Sí eisini:
Støðan hjá Eliasi verður greiðari í næstu viku
Pauli skal spæla í verndarbrillum framyvir
------------------------------------------------------
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald