Hondbóltur

16 spælarar úttiknir til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia

Tórður Guttesen og Bjarni í Selvindi eru eykamenn - serliga Pauli Jacobsen og Tróndur Mikkelsen av teimum úttiknu eru nakað ivasamir. Rói Berg Hansen er skaddur - pláss er ikki fyri Jónasi Gunnarson Djurhuus og Allani Norðberg.

Peter Bredsdorff-Larsen hevur hesaferð valt ein bruttohóp á 18 spælarar. Har eru bert tríggir, sum vanliga spæla vengur, tríggir málverjar, eingin Jónas Djurhuus millum bakspælararnir og Bjarni í Selvindi, sum ger bart í bestu norsku deildini, er fyri fyrsti eykamaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Peter Bredsdorff-Larsen hevur hesaferð valt ein bruttohóp á 18 spælarar. Har eru bert tríggir, sum vanliga spæla vengur, tríggir málverjar, eingin Jónas Djurhuus millum bakspælararnir og Bjarni í Selvindi, sum ger bart í bestu norsku deildini, er fyri fyrsti eykamaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-19 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. mai og 12. mai spælir føroyska A-landsliðið við monnum um pláss í HM-endaspælinum næsta ár. Fyrst verður spælt á heimavølli móti Norðurmakedónia og síðani í Skopje.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava nú úttikið 16 leikarar til dystirnar, kunnar HSF um fyrrapartin. Ella í roynd og veru 18: Málverjin Tórður Skorheim Guttesen og Bjarni í Selvindi skulu venja við og vera til reiðar at avloysa spælarar, sum eru nakað ivasamir.

Her er talan um málverjan Paula Jacobsen, sum fyri kortum fekk stóran skaða í eyga, og av útispælarunum serliga Trónd Mikkelsen. Hann hevur næstan ikki hevur spælt síðani EM. Her kann tað gerast upplagt, at liðfelagin í Noreg - ið ger tað so væl har - Bjarni í Selvindi traðkar inn. Men vil tó helst veruliga finna útav, um Tróndur ikki kann spæla ein leiklut, tí hann hevur havt nógv at siga fyri landsliðið; kanska serliga í verjuni.

Teis Horn Rasmussen breyt nøsina fyri kortum, men tað eigur ikki at darvað til hesar dystirnar.

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Tríggir av teimum royndu, og tríggir sum vóru í EM-hópinum eru ikki við. Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur verið fast við síðani 2017. Seinastu árini hevur tað verið sum eyka spælskipari, men aðrir eru tiknir fram um til avgerandi dystirnar móti Norðurmakedónia.

Rói Berg Hansen var eisini partur av slóðbrótandi árganginum, sum var til U21-HM í 2017. Vongurin hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina, og Rói er ikki førur fyri at spæla dystirnar. 21-ára gamli Janus Dam Djurhuus er við ístaðin. Hann vandi eisini við liðum upp til EM-endaspælið, og FIF-spælarin er partur av sterka 2002-árganginum.

[object Object]Brøðurnir Janus Dam Djurhuus og Jónas Gunnarson Djurhuus spæla báðir í FIF. Her til "teambuilding" áðrenn EM. Tá vandi yngri beiggin við, og nú er Janus í hópinum, tí Rói Berg Hansen er skaddur. Jónas, ið var við til EM men ikki spældi ein minutt, er ikki í hópinum til dystirnar móti Norðurmakedónia (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Rói Berg Hansen hevur lítið og einki fingið spælt fyri HØJ seinastu tíðina. Royndi vinstri vongurin er so mikið skaddur, at hann verður við í hópinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg hevur verið eykamaður hjá Hákuni West av Teigum seinnu árini, og 30-ára gamli strandingurin hevur nógvar stórar dystir fyri Val - í Íslandi og í evropeiskari kapping - fyri tíðina. Landsliðsvenjaratoymi hevur tó valt, at bert hava tríggjar vengur til hesar dystirnar og Hákun sum einsamallan vinstra vong.

Umframt hesar er Ísak Vedelsbøl eisini uttanfyri hesaferð, í mun til EM-hópin. Hetta er tó ikki so óvæntað, tí Ísak var fjórðaval undir endaspælinum og var fyrstu ferð á A-landsliðnum til venjingardystirnar í Íslandi í november.

HM play-off dystirnir móti Norðurmakedonia verða leiktir mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi og sunnudagin 12. mai kl. 18.00 í Boris Trajkowski høllini í Skopje. Tað er útselt til heimadystin í Føroyum. Eini 100 føroyingar fara við til norðurmakdeónska høvuðsstaðin.

Dagført: 18.08

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder