Kappingarárið í hondbólti fer inn í avgerandi tíðarskeið ymsastaðni, og íslendska høvuðsstaðarfelagið hevur nógv á skránni.
Allan Norðberg og liðfelagarnir vunnu í mars íslendsku steypakappingina og eru framvegis væl við í stríðnum um evropeiskt steyp.
Leygardagin vann Valur aftur greitt á Fram og endaði harvið fjórðingsfinalurøðina. Í hálvfinalunum skal felagið úr Reykjavík spæla móti Afturlending, sum vann tepurt í lívligum dyst, tá liðini hittust fyrst í mánaðinum. Hálvfinalurøðin kann fara upp til fimm dystir - liðið ið fyrst vinnur tríggjar dystir kemur í finalurnar.
Tann fyrsta hálvfinalan millum Val og Afturlending verður um eina viku - mikudagin 24.04, í Mosfellsbær. Hetta er mitt ímillum tvær ógvuliga spennandi uppgávur hjá Allani og hinum.
Føroyski landsliðsspælarin skal royna at koma í finaluna í European Cup. Valur er ósigrað í triðsterkastu evropeisku kappingini, og eftir at hava varpað felag úr Bukrarest úr í hálvfinalunum er uppgerð móti Minaur Baia Mare á skránni.
Fyrri dysturin verður spældur í Reykjavík leygarkvøldið 21. apríl klokkan 20.30 føroyska tíð. Seinni dysturin verður í Rumenia 28.04.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald