Fótbóltur

Allan er íslendskur steypavinnari

Føroyski landsliðsvongurin skoraði trý mál í trygga finalusigrinum hjá Vali, og strandingurin er nú søguligur.

29-ára gamli vongurin hevur ein túr til Føroyar fyri framman - í kvøld kann hann fegnast í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

29-ára gamli vongurin hevur ein túr til Føroyar fyri framman - í kvøld kann hann fegnast í Reykjavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-09 21:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Favorittarnir úr Vali vunnu fyrr í kvøld greiðan finalusigur á ÍBV, ið vann íslendska meistaraheitið í fjør við tveimum føroyingum á lið.

Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru ikki longur í Íslandi, og hóast ÍBV megnaði at fylgja við í fyrra hálvleiki, so var eingin ivi tá samanumkom í Laugardalshøllini.

Valur vann 43-31 - Benedikt Gunnar Óskarsson var toppskjútti og dagsins maður við 17 málum - og harvið kunnu teir á høvuðsstaðarliðnum í kvøld fegnast um íslendska steypagulli.

Ein teirra er 29-ára gamli høgri vongurin Allan Norðberg. Strandingurin skoraði trý mál í finaluni í kvøld.

[object Object]
Spælarar, venjara- og hjálpartoymi umframt áskoðarar hjá Vali fegnast í Laugardalshøllini (Mynd: hsi.is)

Í næstu viku venur hann saman við landsliðsliðfeløgunum í Føroyum. Síðani skulu Allan og teir fara eftir íslendska meistaraheitinum og hálvfinaluplássi í European Cup. Í løtuni er Valur á 2. plássi í landskappingini, og seinni í mánðinum skal liðið spæla EC-fjórðingafinalu.

Sí eisini: Valur vendi dystinum og kom víðari

Kvinnurnar hjá Vali vunnu eisini steypafinaluna í kvøld. Sambært in.fo er Allan Norðberg fyrsti mannligi føroyski hondbóltsspælarin, sum hevur vunnið íslendsku steypakappingina. Ingibjørg Olsen vann við ÍBV í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder