Fótbóltur

Valur datt niður á 3. pláss eftir gysara

Allan Norðberg skoraði tvey mál frammanfyri mongu føroyingum í høllini í Reykjavík. Afturlending vann tó við einum máli.

Allan Norðberg skoraði tvey góð mál, men hann og Valur høvdu ávísar trupulleikar í kvøld og taptu annan dystin á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg skoraði tvey góð mál, men hann og Valur høvdu ávísar trupulleikar í kvøld og taptu annan dystin á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-05 23:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í grundspælinum í fremstu íslendsku mansdeildini varð spælt í kvøld.

2. plássið var uppá spæl í larmandi N1 høllini, og av tí at føroyska A-landsliðið hjá kvinnum er í Reykjavík í samband við lagnudystin sunnudagin, vóru nógvir føroyingar í høllini og stuðlaði Allani Norðberg: Tær flestu í hópinum, umframt umboð fyri HSF og onnur.

[object Object]Føroysku áskoðararnir í høllini í Reykjavík (Mynd: Agnar Prestá)

Vit sóu ein inntensan dyst, sum hevði stór sveiggj. Í fyrra hálvleiki fekk Valur als ikki verjuna at sita og spældi órútmiskt. Afturlending tyktiskt hinvegin at skora uppá alt seinna helmingin av 2. hálvleiki, og leiðslan til útiliðið var fimm mál í steðginum.

Tað var tó bert eitt lítið korter farið av 2. hálvleiki, so var +5 til heimaliðið. Valur fekk alt at rigga: Álopsspælið var ferðmikið og gleði bara, og í málinum bjargaði íslendski landsliðsmálverjin Björgvin Páll Gustavsson so at siga øllum eina løtu. Hjálpin frá verjuni var eisini nógv betri, og Allan Norðberg dekkaði vongin heilt væl til tíðir.

Gustavsson burdi tó tikið meira móti endanum, tá tað gjørdist heilt rótut og spennandi aftur. Lyklamenninir í bakketuni hjá Vali gjørdi avgerandi teknisk mistøk, og nakrir møguleikar vórðu misnýttir: Millum annað brendi Allan av vonginum í avgerandi løtu.

[object Object]

30-ára gamli landsliðsvongurin fekk Val niður á minus eitt í seinasta minuttinum - við flottum máli sum var tað seinna hjá Allani í dystinum. Tað endaði 34-35, og harvið endar Valur nummar trý í grundspælinum og ikki nummar tvey. Hetta merkir, at Valur skal spæla móti Fram í "best av trimum fjórðingsfinalunum" í stríðnum um íslendska meistaraheitið.

Valur er íslendskur steypavinnari og í hálvfinaluni í European Cup. Eftir dystin í kvøld noyddist Allan Norðberg tó at staðfesta, at tað rakk akkurat ikki. Strandingurin kom yvir at heilsa uppá hinar føroyingarnar aftaná og segði millum annað, at hetta var ógvulig anógv aftur og fram. 

Valur – Afturelding 34-35 (15-20)
Allan Norðberg: 2 mál, 4 skot. Eitt upplegg.

Valur og Frem leggja frá landi í endaspælinum í næstu viku. Vit hoyra meira frá Allani Norðberg sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder