
Reykjavík, Ísland (Portalurin): Seinnapartin hevur føroyska A-landsliðið við kvinnum havt sína fyrstu venjing í Íslandi fram ímóti avgerandi EM-undankappingrdystinum sunnudagin klokkan 17.
Eftir mat og nakað av hvíld á Grand gistingarhúsinum gekk leiðin við lítlum bussi yvir til høvuðssæti hjá Víkingi Reykjavík.
Felagið er mest kent fyri fótbólt, og í fjør vann Víkingur Reykjavík íslendsku greipuna. Hetta var við leirvíkinginum Gunnari Vatnhamar sum lyklaspælari.
Høllin tyktiskt góð at venja í. Eftir nakað av mentalari venjing við Jens á Skipagøtu og upphiting, var tað nógv álop móti verju. Serlig hugsavnan var á álopsspælinum.
Turið Arge Samuelsen var her nógv partur av bakketuni, meðan ungu Rannvá Olsen og Karin Egholm vóru á hvør sínum vongi.
Hinumegin vandi Maria Pálsdóttir Nólsoy nakað fyri seg. Bakspælarin breyt fingurin í venjing 2. páskadag, men gipsi hevur verið av tvær teir seinastu venjingarnar. Í dag gjørdi Maria, ið Beinta Bendix Laursen tape'aði væl inn, meira enn í gjár. Umframt at lofta og skjóta var hon við í nøkrum álopum.
Føroyska liðið hevur mat og hvíld á skránni aftur í kvøld, og fleiri fara at hyggja eftir landsliðsspælaranum Allan Norðberg spæla fyri Val her í Reykjavík. Í morgin eru tvær venjingar og aðrar fyrireikingar á skránni.
-
Mentalvenjing við Jens á Skipagøtu
-
-
Venjingin var í høllini hjá Víkingi Reykjavík
-
Jana Mittún, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Karin Egholm og Elsa Egholm
-
Bjarta Osberg Johansen og Pernille Brandenborg
-
Elsa Egholm
-
Natasja Hammer og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
-
Anna Elisabeth Weyhe
-
Brynja Høj
-
Claus Mogensen, høvuðsvenjari
-
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og sonur Mark Marcher, Boas
-
Annika Fríðheim Petersen
-
Rakul Wardum
-
Rannvá Olsen
-
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
-
Bjørk Franksdóttir Joensen
-
Bjørk Franksdóttir Joensen
-
Turið Arge Samuelsen og Rannvá Olsen
-
Elsa Egholm
-
Maria Pálsdóttir Nólsoy
-
Súna Krossteig Hansen
-
Annika Fríðheim Petersen
-
Karin Egholm
-
Bjørk Franksdóttir Joensen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Jana Mittún
-
Maria Pálsdóttir Nólsoy og Simon Olsen, hjálparvenjari
-
Jana Mittún
-
Maria Pálsdóttir Nólsoy
-
Claus Mogensen og Simon Olsen, venjarar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald