Hondbóltur

Umleið 100 føroyskir áskoðarar fara til Skopje at stuðla

Hondbóltssambandið hevur fingið nógvar umbønir um atgongumerki til avgerandi útidystin í HM play-off umfarinum 12. mai. Yvir 6.000 áskoðarar vera til Norðurmakedónia - Føroyar.

Ein stór føroysk fjøld hjálpti føroyska liðnum til EM-endaspælið í Berlin í januar - nú snýr tað seg um at koma til HM (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein stór føroysk fjøld hjálpti føroyska liðnum til EM-endaspælið í Berlin í januar - nú snýr tað seg um at koma til HM (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-17 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. mai og 12. mai spæla Føroyar og Norðurmakedínia í HM play-off umfarinum. Dystirnir avgerða hvat av liðunum kemur til HM endaspælið í manshondbólti í januar 2025.

Til dystin á Hálsi vórðu atgongumerkini skrædd burtur. Tað er eingin ivi um, at Høllin á Hálsi er vorðin ov lítil til heimadystir hjá manslandsliðnum. Eftir ætlan verður spælt við Tjarnir frá í mars 2025, men tað hevði helst eisini verið útselt beinanvegin til dystin 8. mai - líka yvir 3.000 pláss vera har.

Í Boris Trajkovski ítróttarmiðstøðini í norðurmakedónska høvuðsstaðnum er pláss fyri yvir 6.000 áskoðarum. Sum skilst er eisini stórur áhugi fyri dystinum í Norðurmakedónia, og tað fer helst at kóka í Skopje.

Norðurmakedónskir hondbóltsfjepparar eru kendir fyri at gera nógv um seg, so eitt stórt trýst bíðar føroyska liðnum 12. mai, tá heimáskoðarnir fara at hjálpa Kiril Lazarov og hansara monnum.

Tað verður tó lutfalsliga góður føroyskur stuðul í Skopje. Um teir so fara at hoyrast, er ógvuliga ivasamt, men umleið 100 útiatgongumerki eru umbiðin. Hetta upplýsir Hondbóltssambandið fyri Portalinum.

Boðast skuldi frá áðrenn eina freist, og tað er nú greitt umleið hvussu nógvir føroyingar fara langa túrin til avgerandi HM undandystin.

Portalurin verður eisini við á túrinum til Skopje


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder