Áðrenn tíðindini eru sodnað um at Kjartan Johansen skiftir úr norskum til svenskan hondbólt, boðar norska felagið Viking Stavanger frá, at Helgi Hoydal og Jónas Djurhuus fáa ein nýggjan liðfelaga.
Tað er 20 ára gamli fyrrverandi Neistaspælarin og nú eisini landsliðsspælarin, Tróndur Mikkelsen, sum flytur frá SUS Nyborg í næstbestu donsku deildini til Viking Stavanger í bestu norsku deildini.
Viking sær stórar møguleikar í unga føroyinginum, sum skjótt fyllir 21 ár. Hann hevur í verandi kappingarári skotið 81 mál í 25 dystum fyri SUS Nyborg, og serliga eftir jólastøðgin hevur gingið sera væl hjá honum, skrivar Viking Stavanger á heimasíðuni.
Venjari hjá Viking er Scott Harrington, ið fyrr hevur roynt seg í føroyskum hondbólti, og hann kennir Trónd frá síni tíð um venjari herheima.
Tróndur Mikkelsen hevur tí verið á ynskilistanum leingi. Scott Harrington sigur soleiðis um Trónd:
- Hann er ein ungur spennandi spælari, sum kann spæla á teimum plássum, sum vit nú missa, líka mikið um framtíðin verður í bestu ella næstbestu deildini. Hann er ein spælari, ið hóskar væl til okkum, og eg trúgvi, at hann kann menna seg nógv her.
Tróndur hevur gjørt tvey ára sáttmála við norska felagið, og flytir til Stavanger í summar.
Sjálvur sigur Tróndur m.a. soleiðis um avgerðina at koma til Viking:
- Eg havi valt Stavanger, tí er havi hoyrt nógv gott um felagið. Viking virkar sum eitt stað við góðum umstøðum, har eg kann mennast sum leikari og menniskja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald