Flogbóltssamband Føroya: Í gjøgnum árini hava mong ítróttarfólk í Føroyum tikið av møguleikanum at halda á við teirra ítróttargrein, tá ið tey eru flutt av landinum í lestrar ella arbeiðsørindum.
Millum hesi telist Tróndur Høgnason Hansen úr Fuglafirði. Hann spældi við fleiri ungdómslandsliðum, og seinastu árini hevur hann verið ein av teimum berandi leikarunum hjá ÍF flogbólti, m.a. var hann við at vinna steypakappingina seinasta ár. Tá ið hann flutti til Danmarkar seinasta summar til víðari lestur, byrjaði hann beinanvegin at venja við Amager Volley Elite, ið spælir í bestu donsku deildini. Tróndur bleiv beinanvegin ein av føstu leikarunum á liðnum, har hann spælir sum diagonalur, sama pláss, ið hann spældi í ÍF.
Venjarin hjá Amager Volley, Mads Ditlevsen, sigur, at Tróndur hóskar sera væl til teirra spælihátt. Hann hevur ment seg nógv, bæði í verjuspæli og í álopskendum servuspæli, sum er vorðið eitt av hansara sterku vápnum. Hann er blivin ein betri diagonalspælari, og kann, eftir mínari meting, menna seg til ein av bestu diagonal spælarunum í kappingini, um hann heldur á við sama ágrýtni sum nú. Hann er ein av profilunum á liðnum, og hava hini liðini eisini lagt merki til hansara.
Spurdur, hvussu honum dámar sigur Tróndur, at honum dámar væl. Vit venja eitt sindur oftari enn eg gjørdi í Føroyum, og harafturat meiri styrkivenjingar. Størsti munurin er nokk, at tey góðu liðini í deildini eru nógv sterkari enn tey føroysku, so man sleppur at spæla ímóti fleiri leikarum, sum eru nógv betri enn ein sjálvur. Og so er tað eisini stuttligt, at tað eru 10 lið í deildini, sum ger, at tað ikki verður tey somu mótstøðuliðini alla tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald