Hondbóltur

Tróndur og teir tryggjaðu plássið í deildini í seinasta sekundi

Tróndur Mikkelsen skoraði fimm mál og legði upp til tvey mál móti Arendal, og hetta var ógvuliga týdningarmikið - talan var helst um seinasta dystin hjá føroyinginum í Kristiansand.

Tróndur Mikkelsen gjørdi bart í avgerandi dystum - Kristiansand kom í stórar trupulleikar í gjár, men

Tróndur Mikkelsen gjørdi bart í avgerandi dystum - Kristiansand kom í stórar trupulleikar í gjár, men "á mállinjuni" varð 9. plássið tryggjað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu um í síðstu viku, vóru Tróndur Mikkelsen og Kristiansand Topphåndbold í spennandi stríði um at endaliga tryggja plássið í fremstu norsku deildini til næsta kappingarár eisini.

Kristiansand hevði góð kort á hondini undan seinasta umfarinum í gjár, men úrslitini aðrastaðni hóskaðu ikki til liðið hjá Tróndi.

Teir vistu áðrenn, at eitt stig fór at vera nóg mikið at tryggja plássið "við egnari megi". Tað varð neyðugt, og tað eydnaðist at fáa í hús í heimadystinum móti Arendal. 

Tað var tó ikki fyrrenn í seinasta sekundi. 

Kristiansand var á odda 14-12 í steðginum móti liðnum, sum einki hevði at spæla fyri. Men fyrstu ellivu minuttirnar í 2. hálvleiki skoraðu hvørki Tróndur Mikkelsen ella nakar liðfelagi mál, og so var Arendal á odda við trimum málum.

Tað eydnaðist tó hjá heimaliðnum at venda tí. Tá 23 sekund vóru eftir, kom Arendal á odda 26-25, men tíð var til eitt álop og eitt skot afturat. Bólturin kom til Tollef Lindqvist, sum tók av.

[object Object]Tollef Lindqvist gjørdist at enda stóra hetjan fyri Kristiansand (Mynd: topphandball.no)

Málið kom í seinasta sekundi, og tað tryggjaði Kristiansand eitt 9. pláss og enn eitt ár í Rema 1000 deildini. Um man ikki hevði skorað, hevði liðið heldur endað á 12. plássi - so tætt var tað.

Hetta hevði gjørt, at Kristiansand skuldi spælt upp- og niðurflytingardystir. Tað sleppa Tróndur Mikkelsen og teir undan, og harvið er kappingarárið hjá Kristiansand av.

24-ára gamli havnarmaðurin átti sín stóra leiklut í hesum við fimm málum, tveimum uppleggum og fleiri góðum verjustøðum.

Føroyingurin hevði eisini ellivu upplegg í umfarinum frammandundan, og harvið endar hann væl í fremstu norsku deildini. Sum skilst skiftir Tróndur Mikkelsen felag í summar. Um ein mánaða skal hann helst aftur spæla - fyri Føroyar í avgerandi EM-undankappingardystunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder