Fyri viku síðani kunngjørdi Neistin, at 19-ára gamli Dánjal Ragnarsson fer til Danmarkar at spæla hondbólt. Nú er greitt, at hini stóri ungi profilurin hjá Neistanum skal royna seg í donskum hondbólti.
Facebook-síðan hjá Neistanum skrivar, at Tróndur fyrst í august til Nyborg á Fjóni, har hann skal spæla fyri SUS Nyborg, ið júst er flutt upp í næstbestu deildina.
Tróndur Mikkelsen er ein av nýggju leikarunum, ið skal styrkja liðið. 20-ára gamli leikarin hevur verið og royndarvant í Nyborg, og hann letur væl at og sær hetta sum ein góðan møguleika. Tað er Mads Rydal, ið var venjari hjá Neistanum fyrru hálvu av faran kappingaráið, sum hevur fingið samstarvið í lag. Hann er nú høvuðsvenjari hjá SUS Nyborg.
Í Neistanum staðfesta tey, at man missur ein sera góðan álops- og verjuleikara.
Tróndur Mikkelsen er uppvaksin í felagnum, og hevur, fyriuttan eitt ár í Skjern, altíð spælt við Neistanum. Sterki bakspælarin hevur seinastu árini gjørt um seg í Okkara-deildini, og farna kappingarár gjørdist hann veruliga ein av berandi kreftunum hjá teimum blákløddu úr høvuðsstaðnum. Á Faceobook-síðuni skrivar felagið, at tað er at gleðast um, at Tróndur fær nýggjar avbjóðingar uttanlanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald