
Katowice, Pólland (Portalurin): Tveir, sum veruliga fingu seg royndar í álopinum í dag, vóru Trúgvi Hávardsson og Tróndur Johnsson.
Bakspælararnir úr StÍF og VÍF tóku eina rúgvu av nærdystum og skoraðu trý mál hvør í tapinum fyri Danmark.
Sí eisini: Óla Jákup varð føroyskur toppskjútti og kosin dagsins spælari
Trúgvi hevði eisini flest upplegg hjá Føroyum. Hann sigur við Portalin, at tað gav nógv at sleppa at skipa spælið, nú Óli ikki var við. Fyri triðju ferð í kappingini varð reytt kort dømt móti verjuspælara, sum royndi at takkla Trúgva Hávardsson.
Í ljóðbrotinum omanfyri tosa Tróndur og Trúgvi um hesa støðuna, har teir skemta nakað.
Tróndur hevur so at siga ikki spælt í endaspælinum, men í dag fekk hann eina rúgvu av minuttum.
- Tað var strævið men stuttligt. Teir eru sterkir í miðverjuni, men man lærir nógv av slíkum dystum.
Tróndur Johnsson sæst her syngja tjóðsang undan dystinum. Hann hevði stóran leiklut - fyri fyrstu ferð í kappingini (Mynd: IHF/Kolektiff)
Hann visti ikki heilt, hvat hann skuldi siga til, at bygdamaðurin Óla Jákup Gaard Olsen varð valdur dagsins spælari.
Nú snýr tað seg um at fáa góðan mat, at taka sær av løttum og løða til HM-fjórðingsfinaluna hósdagin:
- Høgni (Vilhelmsen, liðleiðarin, red) hevur lovað ein góðan búff í kvøld.
Hoyr samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald