Fótbóltur

Truplar men spennandi uppgávur hóskvøldið

Evropeiska summarið heldur fram fyri føroyskan fótbólt. Hósdagin skulu B36 og Víkingur aftur í eldin.

B36 fær sína sak fyri í Gundadali hóskvøldið, tá Besiktas kemur á vitjan
(Mynd: Sverri Egholm)

B36 fær sína sak fyri í Gundadali hóskvøldið, tá Besiktas kemur á vitjan (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-24 06:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betri-deildin fer at byrja aftur í vikuni, men tað eru framvegis tvey føroysk lið eftir í Evropa League. B36 hevur spælt seg víðari úr bæði Preliminary Round og fyrsta undanumfarið, og Víkingur kemur nú yvir frá Champions League, har HJK Helsinki sló føroyska meistaraliðið út.

Fyri B36 var hóskvøldið stórt. Fyri fyrstu ferð í 82-ára longu søgu felagsins kom liðið víðari í Evropa fyri aðru ferð uppá eitt summar. Hetta bragdið framdi B36 við 2-1 sigri í Montenegro ímóti OFK Titograd Podgorcia. Bert Víkingur hevur fyrr spælt seg víðari tvær ferðir sama ár. Tað var í 2014, tá Víkingur kom heilt til triðja undanumfar í Evropa League eftir sigrar á Daugava Daugavpils(Letland) og norska Tromsø. 

Talan er um heilt ymiskar uppgávur hjá føroysku liðunum í 2. undanumfarið; Víkingur skal møta Torpedo Kutaisi úr Georgia, ið eisini varð sligið út úr Champions League í seinastu viku. B36 skal spæla ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas. Liðið úr Istanbul hevur nógv stór nøvn á lønarseðlanum, og vann í fjør sín bólk í Champions League, so talan er um møtimikla uppgávu fyri Jákup á Borg og hansara menn. 

B36 verður ikki mett at hava ein realistiskan møguleika yvir tveir dystir; til tað er mótstøðan bara ov sterk. Tað snýr seg helst meira um upplivilsi hjá havnarmonnum, ið eru á einum sonnum evropeiskum ævintýri hetta summarið. Georgiskur fótbóltur er ikki langt frammanfyri føroyskan fótbólt; í øllum førum ikki um mett verður eftir styrkislistanum hjá UEFA. So um Víkingur fær eitt gott úrslit á útivølli hósdagin, so er tað møguligt. Víkingarnir eru tó greitt undirtippaðir í Georgia.

Meira upptakt til dystirnar seinni í dag og fram til hóskvøldið her á Roysni.

Hósdagin 26.07

Evropa League 2. undanumfar:

17.00: Torpedo Kutaisi - Víkingur
19.00: B36 - Besiktas

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder