Fótbóltur

Trý ár afturat við Betri

Nú er greitt, at Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum, eins og Betri framvegis verður ein av høvuðsstuðlunum hjá kvinnulandsliðnum.

Fyrrapartin í gjár skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu

Fyrrapartin í gjár skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu

2022-11-11 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Vit hava verið sera væl nøgd við samstarvið undanfarnu árini, og tað kemur tí væl við, at hendan avtalan verður longd. Tað hevur eisini stóran týdning, at vinnulívið er við, og vit eru sjálvandi erpin av, at ein so stórur viðspælari framvegis ynskir at vera á okkara liði, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. 

Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen undir nýggja stuðulsavtalu, ið inniber, at verandi avtala verður longd við trimum árum, og er sostatt galdandi til endan av 2025. 

Tað merkir, at eisini næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum at eita Betri Deildin, samstundis sum Betri framhaldandi verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. 

Eisini í Betri samtakinum eru tey errin av at vera ein av stóru og sterku viðspælarunum hjá kvinnulandsliðnum, og hjá føroyskum fótbólti sum heild.

– Vit ynskja alla tíðina at ganga nýggjar leiðir, og nú kvinnurnar skulu undir ein nýggjan kappingarleist í UEFA Nationas League, so vilja vit sjálvandi vera við. Fótbóltur fyllir eisini nógv í samfelagnum – í øllum aldursbólkum. Fótbóltur er savnandi og mennandi, ið samstundis er nakað, ið vit eisini stremba eftir hvønn dag, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum.

Betri Deildin 2023 hjá monnum byrjar væntandi fyrsta vikuskiftið í mars, meðan Betri Deildin 2023 hjá kvinnum væntandi fer av bakkastokki ein mánað seinni. Lutakastið til fyrstu UEFA Nations League kapping hjá kvinnum verður eisini um sama mundi.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder