Tveir mánaðir frammaundan hevði U21-landsliðið í hondbólti gjørt tað, og í mars í 2017 skrivaði U17-landsliðið hjá dreingjum í fótbólti søgu.
2017 gjørdist árið, har Føroyar á fyrsta sinni vóru umboðaðar í endaspølum í hondbólti (HM) og fótbólti (EM)
Eftir at hava spælt seg víðari til Elite Round á heysti 2016, við millum annað at basa Kekkia, skuldi U17-landsliðið nú av álvara royna seg. Tað er ikki vanligt, at Føroyar eru í Elite Round, har kappast verður um at koma til sjálvt endaspælið, og eftir fleiri flogavlýsingar kom føroyska liðið seint til Kypros og tapti 4-0 fyri sterka írska liðnum í fyrsta dystinum.
Málleysi javnleikurin móti vertunum tveir dagar seinni gjørdi, at Føroyar høvdu ein møguleika í seinasta umfarinum. Írland vann á Kypros, og harvið var nóg mikið við einum føroyskum sigri.
Uppgávan móti Slovakia var stór, men Tórur Jacobsen úr KÍ og Hanus Sørensen úr FC Misdjylland (upprunaliga HB) skoraðu í hvør sínum hálvleiki. Nógv sera góð avrik av einstøku leikarunum og eitt frálíkt liðavrik bóru Føroyar til ein 2-1 sigur, og eftir seiansta bríksl var føroyski fagnaðurin í Paphos ovurhons stórur
(Sí videobrot omanfyri)
Upplýsingar um dystin (FaroeSoccer)
Higartil er bragdið hjá hesum ungu monnunum, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen stóðu á odda fyri, ikki endurtikið.
Um eitt ár er føroyska U17-landsliðið hjá gentum vertir fyri EM-endaspælinum og skal harvið luttaka í tí.
Í EM-endaspælinum í Kroatia í mai 2017, har átta lið luttóku, fóru Føroyar út í bólkaspælinum uttan stig og uttan at skora nakað mál. Hetta tekur tó einki frá, at 2017 var eitt heilt serligt ár fyri føroyskan landsliðsfótbólt (A-landsliðið setti eisini stigamet) og føroyskan ítrott sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald