NSÍ hevur í dag skrivað undir við Brandur Hendriksson Olsen. Vælkendi skálavíkingurin hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála. Hesum boðar felagið frá.
Brandur Hendriksson Olsen byrjaði sína fótbóltsleið í barndómsfelagnum B71, men í 2011 fór hann til FC København at royna seg hjá danska stórfelagnum. Í fyrru helvt av kappingini 2014/2015 fekk hann sín fyrsta dyst á besta liðnum, har hann seinni eisini fekk sett sín dám á endaliga úrslitið hjá FCK. Í steypafinaluni skoraði hann avgerandi málið til 3-2, og góðar tvær vikur seinni fekk hann einasta málið í seinasta dystinum móti OB, ið samstundis tryggjaði FCK annað plássið í landskappingini.
Brandur Hendriksson Olsen hevur síðani leikt við Vendsyssel FF og Randers FC í Danmark, FH Hafnafjørður í Íslandi, Helsingborgs IF í Svøríki og ikki minst Frederikstad í Noreg, har hann hetta kappingarárið megnaði av blíva norskur steypavinnari.
Kreativi miðvallarin hevur ikki færri enn 63 landsdystir fyri Føroyar samanlagt, og hevur hann skorað seks mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald