Lille, Frakland (Portalurin): Seinasta kappitili í hesum evropeiska ævintýrinim hjá KÍ er skrivað. Tað endaði við einum sterkum avriki men ikki so pent: Klaksvíkingarnir Jóannes Kalsø Danielsen og Jákup Biskopstø Andreasen og endaðu sína tíð í evropeiska bólkaspælinum við at gera brotsspark og verða útvístur fyri seinna gula. Harvið vann Lille 3-0 í einum dysti, har munurin í roynd og veru ikki var so stórur.
KÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar og heilt góðar støður. Væl fleiri í 1. hálvleiki har útiliðið var vandamiklari enn nummar fýra í fronsku deildini. Árni Frederiksberg og allir tríggir miðverjanir høvdu góðar møguleikar - les meira um støðurnar og fyrra hálvleik her
Lille var meira omaná í pørtum av 2. hálvleiki, har tað kundi verið 2-0, man Vito Mannone noyddist eisini at bjarga KÍ-royndini. Bestu støðuna hjá útiliðnum fekk innskifti Páll Klettskarð, sum fekk góða sending frá innskifta Ahmed Latif. Temjingin hjá fría 9'aranum var tó ikki nóg góð, og verjuspælari ruddaði.
Ístaðin fyri mál til KÍ gjørdi liðið hjá Magna Hoseth hattrikk í brotsspørkum. Tað fyrsta gjørdi Odmar Færø í fyrra hálvleiki, har ársins verjuspælari kanska var heldur aggresivur. Hetta sá tó heldur tunt út, men einki í mun til nummar tvey, tá Jóannes Kalsø Danielsen líka nart við økslina á áleyparanum, sum síðani datt á dramtiskan hátt.
Høgri vongbakkurin fekk sítt seinna gula kort fyri støðuna, ið fyrrverandi Manchester United-spælarin Angel Gomes umsetti til mál. 2-0 og luftin úr KÍ-ballóni.
Jákup B. Andreasen og hinir í bláum vóru ikki serliga nøgdir við dømingina í Fraklandi (Mynd: Sverri Egholm)
Í yvirtíðini varð Jákup Biskopstø Andreasen eisini útvístur fyri takkling í brotsteignum, har KÍ-liðformaðurin sá út til at raka bólt og mann. Brotsspark og aftur trygt Lille-mál.
Annars avrikaði KÍ í stóran mun flott og væl á síðsta leikdegnum og var væl við í øllum dystunum á ymsan hátt. Føroyska liðið endar tó aftast í bólkinum
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12
LOSC Lille - KÍ 3-0 (1-0)
29' Yusuf Yazici, br. 1-0
87' Angel Gomes, br. 2-0
90(+5)' Edon Zhegrova, br. 3-0
Reyð kort: Jóannes Kalsø Danielsen (86') og Jákup Biskopstø Andreasen (90 +5')
KÍ (5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal (59' Børge Petersen), Odmar Færø (59' Deni Pavlovic), Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (72' Ahmend Latif) - Sivert Gussiås (80' Páll Klettskarð)
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana 1-2 (1-1)
Endaliga støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 14 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. Olimpija Ljubljana 6 stig
4. KÍ 4 stig
Tvey tey ovastu liðini komu víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald