Trý ensk lið skulu í eldin í teimum tveimum Champions League dystunum, sum verða spældir í kvøld.
Á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham, kallaður Tottenham Hotspur Stadium, tekur heimaliðið ímóti ensku ríkmannafelagnum Manchester City. Manchester City verða av mongum mettir sum favorittar at vinna ársins Champions League kapping. Liðið er ómetaliga sterkt og hevur aftur í ár prógva, at talan møguliga er um heimsins besta lið. Manchester City vann seg víðari til fjórðingsfinalurnar við einum knúsandi 10-2 samlaðum sigri á Schalke 04.
Hóast Tottenham ikki er favorittur at vinna hendan dystin, so er vónin, at nýggi leikvøllurin skal gera sítt til, at tað verður ein heimasigur í kvøld. Tottenham vann seg sannførandi víðari til fjórðingsfinalurnar við einum samlaðum 4-0 sigri á týska stórfelagnum Borussia Dortmund.
Hin dysturin í kvøld verður spældur á Anfield í Liverpool millum tapandi finalustin frá í fjør, Liverpool, og portugisiska Porto. Liðini møttust í áttandadeilsfinalunum í Champions League í fjør, tá Liverpool samlað vann 5-0. Mett verður tó at Porto er sterkari enn í fjør, og liðið vann 4-3 samlað á Roma fyri at røkka fjórðingsfinalunum. Liverpool megnaði tó at vinna sannførandi 1-3 á útivølli á Bayern Munchen í síni seinnu áttandadeilsfinalu eftir at fyrri dysturin endaði 0-0. Metast má at Liverpool er favorittur at spæla seg víðari í kappingini.
Dystirnir í kvøld verða spældir kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald