Fótbóltur

Trý mál og trý stig til Chelsea í Norwich

Tammy Abraham tryggjaði Frank Lampard og Chelsea sín fyrsta sigur í ár..

Lampard og Abraham kundu fegnast á Carrow Road í dag (Mynd: EPA)

Lampard og Abraham kundu fegnast á Carrow Road í dag (Mynd: EPA)

2019-08-24 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja umfar í Premier League eru fult í gongd. Tveir dystir eru leiktir, og fimm afturat verða leiktir í dag.

Aston Villa vann í gjárkvøldið ein frálíkan 2-0 sigur á Everton, ið annars kundi leggja seg á odda í Premier League. Hetta vóru fyrstu stigini hjá Villa í ár, og ein av hinum uppflytarunum var partur av av einum góðum og undirhaldandi dysti fyri løtu síðani. 

[object Object]
Anwar El Ghazi lukkaði dystin á Villa Park í yvirtíðini, eftir at Everton annars hevði góðar møguleikar at javna - Mynd: The Guardian)

Eftir 4-0 ósigur á Old Trafford í fyrsta umfari og 1-1 javnleik á Stamford Bridge móti Leicester seinasta vikuskifti, vóru trý stig eitt krav hjá Frank Lampard í Norwich. Tað eydnaðist eisini eftir stríð. Í fyrra hálvleiki legði Chelsea seg tvær ferðir á odda, men Norwich svaraði í báðum førum skjótt aftur. Teemu Pukki legði upp og skoraði, og finnin er toppskjútti í Premier League við fimm málum.

[object Object]
(Abraham avgerð dystin við góðum málið - Mynd: EPA)

Tað vóru tveir ungir mans, ið seinasta ár spældu í næstbestu deildini, ið stóðu fyri málunum hjá Chelsea. Tammy Abraham skoraði sítt annað mál miðskeiðis í 2. hálvleiki, og eftir hetta megnaði Norwich ikki at svara aftur. Harvið trý sera týdningarmikil stig til London felagið.

Nú klokkan 15.00 byrja fýra dystir. Mest spenningur er um, United megnar at fáa trý stig móti Crystal Palace.

Heilt stóri dysturin í umfarinum byrjar klokkan 17.30. Á Anfield hittast tey bæði liðini, ið higartil hava fult stigatal. Seinastu árini havan Arsenal og Liverpool leikt undirhaldandi og tættar dystir í London, men í Liverpool hevur heimaliðið generelt vunnið greitt. Liverpool er eisini favorittur í dag.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Premier League - 3. umfar

Fríggjakvøldið 23/8:
Aston Villa - Everton 2-0 (1-0) 
Wesley 1-0
Anwar El Gazhi 2-0

Leygardagin 24/8: 
Norwich - Chelsea 2-3 (2-2)
Tammy Abraham 0-1
Todd Cantwell 1-1
Mason Mount 1-2
Teemu Pukki 2-2
Tammy Abraham 2-3

15.00: 
Manchester United - Crystal Palace (TV3 MAX/Viaplay)
Southampton - Brighton
Sheffield United - Leicester
Watford - West Ham

17.30: 
Liverpool - Arsenal (TV3 +/Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder