
Fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League vórðu leiktir í gjárkvøldið. Lionel Messi traðkaði av álvara inn í kappingina frá byrjan, og Liverpool tryggjaði sær uppiborið sigurin í seinastu løtu í stórdystinum á Anfield móti PSG
Les meira: Messi í hopla frá byrjan
Liverpool tryggjaði sær sigurin í evstu løtu
Úrslitini í gjár:
Bólkur A:
Monaco - Atletico Madrid 1-2 (1-2)
Club Brugge – Dortmund 0-1 (0-0)
Bólkur B:
Barcelona – PSV 4-0 (1-0)
Inter Milan – Tottenham 2-1 (0-0)
Bólkur C:
Liverpool – PSG 3-2 (3-2)
Reyða Stjørna – Napoli 0-0
Bólkur D:
Schalke – Porto 1-1 (0-0)
Galatasaray - Lokomotiv Moskva 3-0 (1-0)
Í kvøld skulu hini 16 liðini spæla sín fyrsta dyst. Helst er spenningurin størstur um dystin í Madrid, ið danska TV 3 + eisini vísur. Har tekur trýfalda meistaraliðið ímóti Roma, ið kom heilt til hálvfinaluna í fjør. Nú skal Real av álvara vísa, at tað ber til uttan størstu stjørnuna, Cristiano Ronaldo. Hann spælir í Spania í kvøld; fyri sítt nýggja felag Juventus, ið er á vitjan hjá Valencia.
Bæði Manchester-feløgini skulu eisini í eldin. City er nevnt sum størsti favoritturin í ár av viðmerkjarunum og veddingarfyritøkunum. Liðið hjá Pep Guardiola tekur ímóti Lyon, har City er risafavorittur. Tað er eitt ávíst trýst á Jose Mourinho og United, ið spæla í Sveis í kvøld. United er greitt í favorittleiklutinum, men liðið plagar at tapa, tá leikt verður í Sveis.
Skráin í kvøld:
Bólkur E:
Ajax - AEK Athen (Kl.17.55)
Benfica - Bayern (Kl.20.00)
Bólkur F:
Shakhtar - Hoffenheim (Kl.17.55)
Manchester City - Lyon (Kl.20.00)
Bólkur G:
Real Madrid - Roma
Viktoria Plzen - CSKA Moskva
(Báðir kl.20.00)
Bólkur H:
Valencia - Juventus
Young Boys - Manchester United
(Báðir kl.20.00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald