2023-10-08 00:18
Tað bleiv ein tryggur sigur til donsku-føroysku Sarah Mahfoud, sum í kvøld skuldi verja sítt heiti í Silver Championship í fjøðurvekt hjá WBC-boksisamgonguni.
Hetta var á Danish Fight Night, sum var í Royal Arena á Amager í kvøld, og Sarah Mahfoud boksaði móti argentinsku Marcela Eliana Acuña.
Dómararnir vóru ikki í iva tá tað samanumkom, og 33 ára gamli boksarin vann dystin trygt.
Sarah Mahfoud skal boksa aftur 13. januar, men enn er ikki greitt hvør mótstøðukvinnan verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald