Tá teir ellivu hjá Føroyum og hjá Norra renna inn á Tórsvøll í kvøld, er tað fyri fyrstu ferð í søguni, at fótbóltslið hjá hesum londunum á hægsta støði hittast í dysti í undankappingarbólki. Tað eru eisini tvey lið, ið eru undir einum ávísum trýsti undan hesum dystinum. Norra hevur meira uppá spæl enn Føroyar, men hjá føroyska liðinum er hetta realistiskt næstbesti møguleiki at fáa stig restina av hesari undankappingini.
(René Shaki Joensen er aftur í føroysku byrjunaruppstillingini í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)
Norsku miðlarnir hava skotið við skørpum eftir svenska landsliðsvenjaranum og liðinum, sum ikki hevur staðið seg serliga væl seinnu árini. Lars Lagerbeck, ið var venjari hjá Íslandi frá 2011 fram til og við EM í 2016, skuldi koma inn og venda skútini, men fríggjakvøldið blakaði Norra eina 2-0 leiðslu móti Rumenia burtur seinastu 20 minuttirnar á Ullevaal. Fyrstu dystirnir í undankappingini vóru truplir, í Spania og ímóti Svøríki, men tvey stig eftir tríggjar dystir gera, at Norra skal vinna í Føroyum í kvøld fyri at gera seg galdandi í stríðnum um at koma víðari.
Hetta er nakað væl meira órealistiskt hjá Føroyum, men í seinastu undankapping fingu Føroyar 9 stig, ið er met, og Lars Olsen og Jóannes Jakobsen og teirra lið vilja helst royna at nærkast hesum aftur. Heimadysturin ímóti Malta í oktober er á pappírinum tann besti møguleikin fyri at fáa ein sigur í hesari EM-undankappingini, og í dystinum í kvøld er møguleikin greitt betri enn til dømis fríggjakvøldið, tá Spania var á vitjan.
(Klæmint A. Olsen skoraði til 1-2 móti Spania, har Føroyar vóru uppi ímóti yvirveldinum - Mynd: Jens Kr. Vang)
Tveir broytingar eru á føroyska liðnum í mun til fríggjakvøldið. Rógvi Baldvinsson kemur inn á sentrala miðvællin fyri Heina Vatnsdal, og René Shaki Joensen inn á vinstra kant fyri Árna Frederiksberg, ið á fyrsta sinni byrjaði inni í A-landsdysti fríggjakvøldið. René varð spardur ímóti Spania, tí hann var við at koma fyri seg eftir eftir skaða í búkinum. Rógvi Baldvinsson er uppvaksin í Noregi og kennir tí norskan fótbólt og fleiri av norsku leikarunum væl. Tveir av hinum í føroysku byrjunaruppstillingini spæla til dagliga í Norra: Gilli Rólantsson er í gongd við sítt fjórða kappingarár í Brann Bergen, sum spælir í Eliteseriuni. Odmar Færø skifti í vetur til HamKam í næstbestu deildini. Meinhard Egilsson Olsen skifti eisini úr B36 til norskan fótbólt í vetur. Kantspælarin situr á bonkinum frá byrjan í kvøld.
Sí eisini:
Rógvi er vaksin upp saman við onkrum av norsku leikarunum
Rógvi og Rene avloysa ávikavist Heina og Árna
Tað kann gerast talan um ein tættan dyst, ið helst verður fysiskur. Lagt er upp til at føroyska liðið kann vera meira við í spælinum; serliga við at vera meira á bóltinum í kvøld. Fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Vit dagføra støðuna frá Tórsvølli og hava myndir frá dystinum. Eftir seinasta bríksl taka vit samanum og fáa viðmerkingar. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum.
Fótbóltur
Trýst er á báðum liðunum á Tórsvølli
Norra skal royna at vinna sín fyrsta dyst í kappingini fyri at kappast um 2. plássi í bólkinum - hjá Føroyum er hetta á pappírinum besti møguleikin fyri at fáa stig, fyriuttan heimadystin móti Malta.
Gilli Rólantsson, her í nærdyst við Isco ur Real Madrid fríggjakvøldið, spælir til dagliga í Noregi (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-06-10 17:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald