Oyggjaleikir 2019

“Tú alfagra land mítt” bara spælt einaferð í dag

Hilnaðist ikki líka væl hjá svimjarunum síðsta kvøldið hjá teimum á Gibraltar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 21:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsti dagur hjá føroysku svimjarunum var á Gibraltar í kvøld. Seinastu dagarnar hevur tað regnað við gullheiðursmerkjum, men í kvøld gekk ikki líka væl.

Bara eitt gullheiðursmerki kom upp á listan í dag, og tað var Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum tók sær av tí. Hon vann gull í 800 metrum frí við tíðini 9:03.62. Eisini fekk hon silvur í 100 metrum frí.

Hetta var eitt kvøld við nógvum silvurmerkjum Óli Mortensen vann silvur í 400 metrum frí við tíðini 3:53.05, og Signhild Joensen 50 metrar rygg eisini silvur við 29.25.

Og í stafettini vunnu Bartal Erlingsson Eidesgaard, Alva Hjelm, Óla Mortensen og Rókur Trygvason silvur við tíðini 3:26.08.

[object Object]Óli Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder