Mánadagin gjørdist greitt, at Frank Lampard hevur fingið sekkin í Chelsea. Fyrrverandi stórleikarin hjá felagnum megnaði ikki at byggja uppá eitt góðkent fyrsta ár, hóast leikarar komu til felagið í summar fyri meira enn 200 milliónir.
Mett varð í Chelsea at tað besta fyri felagið var at skifta venjara. Soleiðis hevur tað ofta verið í tíðini hjá Roman Abramovich. Russiski ríkmaðurin keypti London-felagið í 2003 og hevur síðani sett 12 ymsar venjarar - José Mourinho er settur tvær ferðir og Guus Hiddink er settur tvær ferðir sum fyribils venjari. Av hesum er tað bert Mourinho, ið millum annað vann trý Premier League-heiti við felagnum, sum hevur verið í sessinum í fleiri enn tvey heilt kappingarár - tað var hann í báðum førum.
Í summum førum hava venjarar bert verið fyribils - Aram Grant í 2007-2008 og Rafa Benitez í 2012-2013, umframt Hiddink sum nevnt tvær ferðir. Thomas Tuchel hevur fingið ein 18-mánáða sáttmála við einum møguleika at leingja. Tuchel varð kunngjørdur seinnapartin í gjár, og hann hevði sína fyrstu venjing við liðnum í gjár. Týskarin rósti Frank Lamapard, í samband við at hann varð kunngjørdur, og í Chelsea verður mett, at felagið hevur fingið fatur á einum av teimum bestu venjarunum í Evropa.
Tuchel er kendur sum venjari hjá Dortmund, har hann vann týsku steypakappingina, og PSG, har hann vann Ligue 1 tvær ferðir og var í finaluni í Champions League síðstas summar. Í kvøld verður fyrsti dystur hjá Thomas Tuchel sum Chelsea-venjari. Hann verður ímóti Wolverhampton. Chelsea er í løtuni á 9. plássi við 29 stigum fyri 19 dystir.
Fótbóltur
Tuchel er nú farin í gongd í Chelsea
47-ára gamli týskarin er venjari nummar 12 í røðini undir Roman Abramovich. Hann skal royna at lyfta liðið longur upp í Premier League - fyrsta uppgávan verður á heimavølli í kvøld móti Wolves.
2021-01-27 11:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald