
Beint áðrenn nýggjár skrivaðu B36 og Tummas Erling Djurhuus undir sáttmála, ið sigur, at hann verður høvuðsungdómsvenjari fyri yngru deildir felagsins í 2020.
Í tvey og eitt hálvt ár, frá summarinum 2015 til kappingarenda 2017, var Tummas Erling venjari hjá næstbesta mansliðnum hjá B36.
Suðuroyingurin hevur seinastu mongu árini verið virkin á venjaraøkinum og var í 2019 hjálparvenjari hjá Jákupi Martin Joensen í EB/Streymi.
Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Tummas Erling skal verða við at menna venjaraumhvørvið í felagnum.
Seinastu trý árini hevur Símun Joensen verið ungdómsvenjari hjá B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald