Fótbóltur

Tummas Erling hjálparvenjari hjá kvinnunum

Signe Pries Andersen fær bæði nýggjan hjálparvenjara og málverjavenjara nú nýggj EM-undankapping stendur fyri durum.

Tummas Erling Djurhuus hevur fyrr havt ábyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tummas Erling Djurhuus hevur fyrr havt ábyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-08 17:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tummas Erling Djurhuus verður nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, sum eisini hevur fingið nýggjan málmansvenjara.

Broytingar eru framdar í venjaratoyminum hjá A-landsliðnum við kvinnum. Tummas Erling Djurhuus avloysir Svenn Olsen sum hjálparvenjari, og nýggjur málmansvenjari verður Hans Jørgensen, sum avloysir Rúna Klein Joensen. Høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum er, enn sum áður, Signe Pries Andersen.

Tummas Erling hevur arbeitt sum venjari síðani 2008, og farnu árini hevur hann millum annað staðið á odda fyri liðum í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum. Seinast vóru boð eftir honum, tá barndómsfelagið TB tíðliga í fjør stóð uttan venjara fyri besta mansliðið. Tummas Erling hevði høvuðsábyrgdina fyri TB í 22 dystum í Betri deildini í fjør.

– Vónandi kann eg verða ein góð hjálp hjá høvuðsvenjaranum, og vera partur av arbeiðinum, at menna kvinnulandsliðið og føroyskan kvinnufótbólt sum heild. So hetta verður ein spennandi uppgávu, sum eg eri spentur at fara undir, sigur Tummas Erling Djurhuus við heimasíðuna hjá FSF.

Tíðliga í apríl mánaða eru fyrstu dystirnir hjá kvinnulandsliðnum á skránni, tá ein nýggj EM-undankapping fer av bakkastokki. Hvørjum londum Føroyar skulu spæla ímóti, verður avgjørt við lutakasti, sum verður í Sveis týsdagin 5. mars.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder