2021-04-28 19:10
Tað var ongantíð nakar ivi í Moskva í kvøld, har russiska landsliðið í hondbólti tók ímóti okkara monnum.
Russar løgdu seg á odda beinanvegin í dystinum, og vóru á odda við seks málum, 16-10, í hálvleikinum. Góða gongdin hjá Russlandi helt fram í seinna hálvleiki, men skifti móti endanum slakaðu russar nakað, og munurin minkaði niður í fýra mál, 28-24.
Til síðst drógu russar frá aftur, og vunnu við sjey málum. Úrslitið gjørdist 31-24 til Russland.
Fríggjadagin spæla Føroyar aftur, og tá verður tað ímóti Kekkia í Høllini á Hálsi. Sunnudagin spæla Føroyar og Russland eisini í Høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald