Lars Olsen er sera glaður fyri tíðina í Føroyum:
- Tað hevur verið ein frálík uppliving, og eg kann sannliga viðmæla hesum. Eftir átta ár í Føroyum vil eg tó gjarna royna nakað nýtt
Hetta sigur føroyski landsliðsvenjarin við TV3 Sport. Hann gevst eftir EM-undankappingardystirnar í Noreg og Svøríki í komandi mánað.
Sí eisini video:
- Tað krevur tol at vera føroyskur landsliðsvenjari
- Ein lætti tá dómarin floytaði av
Kristin Dam Ziska, ið er aðalskrivari í FSF sigur, at í Fótbóltssambandinum hevur stórt nøgdsemi verið við Lars Olsen:
- Vit hava verið sera glað fyri arbeiði, ið Lars Olsen hevur gjørt. Vit vóna at finna ein avloysara, ið hevur somu fakligu og menniskjaligu dygdirnar.
Kristin Dam Ziska, her til eina landsliðsvenjing á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Og júst spurningurin um avloysarin hevur gingið heitt seinastu tíðina í Føroyum, har serliga Heimir Guðjónsson og Bo Henriksen hava verið nenvdir. Danir hava eisini vakt hesum ans, serliga í mun til venjaran hjá Horsens. Men hóast hvørki Heimir ella Bo fara at standa á odda fyri føroyska landsliðnum, hevur FSF nógvar møguleikar:
- Vit hava fingið eina rúgvu av fyrispurningunum um starvið, ið sær út til at vera eitt sera lokkandi starv fyri nógvar venjarar.
Hetta sigur Kristin Dam Ziska við TV3 Sport og leggur afturat, at tann nýggi venjarin ikki bert fær ábyrgdina fyra A-landsliðnum, men eisini fyri menningina at talentunum á ungdómslandsliðunum hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald