Danski venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Lars Olsen, sum hevur sín seinasta heimadyst á Tórsvølli í kvøld, er fullur í undran yvir føroyskar fótbóltsspælarar.
- Tað er hart lív at vera fótbóltsspælari í Føroyum. Eg eri ovfarin av, hvussu nógv føroyskir fótbóltsleikarar leggja fyri, tá hugsað verður um, at teir hava fult starv við síðuna av fótbóltinum.
Lars Olsen heldur eisini, at ungir evnaríkir føroyskir spælarar skulu vera meira tolnir og áhaldandi, tá teir fáa møguleikan at spæla við útlendskum liðum. Hann heldur, at tað er alt ov ofta, at føroyskir leikarar venda heimaftur í tryggu rammurnar, um teir ikki fáa kjansin beinanvegin.
Vit hava hitt Lars Olsen á ”heimi hansara í Føroyum” Hotel Føroyum, til eina samrøðu har roynt verður at koma nærri inn á viðurskifti, sum vit ikki vanliga hava spurt hann um undan og eftir landsdystir.
(Vit umbera vánaligu ljóðgóðskuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald