Liðuppstillingin hjá KÍ er ikki nógv broytt.
Eisini hendan dystin byrjar KÍ við trimum miðverjum, ið eru júst teir somu sum við byrjanaruppstillingini í fyrra dystinum.
Deni Pavlovic verður avloystur av Jóannesi Kalsø Danielsen úti á vongbakkinum, meðan René Shaki er komin inn á verjukenda miðvøllin, fyri Michael Williams.
Á liðuppstillingini sæst, at Albert Ejupi stendur at hava leiklut á vonginum og Claes Kronberg er á sentra miðvøllinum, men helst verður tað í praksis hinvegin. Tað tykist vera rímiliga greitt, at Claes Kronberg verður brúktur á vinstra vongi, tí tað hevur leikgongdini higartil í ár víst ein greiðan tendens til.
Á pappírinum tykist liðið tí eitt sindur styrkt, serliga tá hugsað verður um hvørjir eru samspældir og hvørjir enn ikki heilt eru har.
Hesir byrja inni fyri KÍ
3-4-3 // 5-4-1
Mark Jensen (MM), Alexander Berntsson, Børge Petersen, Cédric Yambéré, Patrick Da Silva, Claes Kronberg, René Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Albert Ejupi, Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð (L)
Liðuppstillingin hjá KÍ. (Kelda: UEFA)
Dysturin kann síggjast á KÍ-Varpinum, har hann er til keyps.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 17. juli kl. 18:00
FC Differdange - KÍ (0-2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald