Kvinnulandsliðið byrjaðu í síðstu viku eitt nýtt kapittul. Nations League er nú eisini á kvinnusíðuni, og Føroyar eru í niðastu deildini, deild C.
Hetta gevur liðnum dystir móti mótstøðu, ið man á ymsan hátt kann javsetast við. Hóast Føroyar taptu báðar sínar fyrstu dystir og vóru nakað undir leikliga móti Montenegro og Kýpros, so gevur hetta menning á annan hátt enn teir flestu undankappingardystirnir gera í løtuni.
Føroyar hava nýggjan høvuðsvenjara, Signe Pries Andersen, og millum annað fleiri ungar spælarar sum ikki hava so nógv A-landsdystir á baki. Í føroysku leguni er man sjálvandi ikki nøgdir við at tapa 1-0 tvær ferðir, og ymiskt skal avgjørt betrast. Liðið og venjarar kunnu tó taka fleiri ting við.
Føroyar byrjaðu betri á Kýpros, men heimaliðið tók so líðandi meira yvir í hitanum og á grasinum. Sigursmálið kom í 65. minutti. Ásla Johannesen fekk reytt kort tjúgu minuttir seinni (Mynd: FSF)
Mynd: FSF
Signe Pries Andersen skal hyggja uppá ymiskt til dystirnar um ein mánaða - eitt jaligt er, at Føroyar higartil hava verið við heilt til endans í sínum dystum (Mynd: FSF)
Føroyar spæla aftur tveir dystir síðst í oktober. Tá er talan um tveir heimadystir: Aserbadjan og Kýpros vitja á Tórsvølli til ávíkavist 3. og 4. umfar í Nations League.
Nations League, Deild C - bólkur 3
1. umfar, fríggjadagin 22.09
Føroyar - Montenegro 0-1 (0-1)
21' Armisa Kuc 0-1
Les eisini: Føroyar taptu tepurt
Sí eisini:
Signe Preiss: Væl nøgd við seinna hálvleik
Samrøða við Sunnivu Willemoes
2. umfar, í gjár 26.09
Kýpros - Føroyar 1-0 (0-0)
65' Antri Violari 1-0
Reytt kort: Ásla Johannesen (85')
Les eisini: Aftur eitt tepurt tap
Støðan:
Mynd: UEFA
Næstu dystirnir:
(Myndir: FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald