Skot.fo: Farna vikuskifti vann Alex Johannesen úr Eysturskot FM í American Trap, og í dag vann hann FM í OL Trap.
Hetta er fyrstu ferð at skipa er fyri FM í OL Trap í Føroyum, tí ongin OL trap breyt hevur verði í landinum, men eftir at breytin á Sandvíkum í Tórshavn bleiv uppstiga, er gjørligt at skipa fyri FM í OL Trap.
Eftir innleiðandi umførini varð tað Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum varð fremstur, men í finaluni bleiv Finn tvær dúgvur aftanfyri Alex. Bronsuna vann Per S. Hansen úr Eysturskot, sum vísti finalu styrki, og megnaði at betra eitt 8. pláss innleiðandi, til eitt 3. pláss.
Við FM sigrunum, tryggjaði Alex sær eisini nóg mikið av stigum, til at vinna 2022 Grand Prix kappingina í Trap, sum Skjótisambandið skipar fyri.
Sjálvur sigur Alex, at orsøkin til góðu úrslitini, er miðvís venjing fram í móti, at blíva úttikin og umboða Føroyar í altjóða skjótikappingum. Eftir at skjótisambandið fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF.
Unglingina kappingina vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla aftur í dag, Bartal vann eisini unglingina kappingina farna vikuskifti. Silvuri vann Hákun G. Heinesen, og bronsuna vann Kári Báraldsson, báðir eru úr Eysturskot. Aftrat at vinna unglinga kappingina, varð Bartal eisini við í sjálvari FM semifinaluni, men her varð hann ov stuttur at vinna sær eitt finalu pláss.
Seinasta FM kappingin á hesum sinnið, verður komandi vikuskifti 27-28 august, tá FM í skeet verður á skránni. Byrja verður á skjótibreytini hjá VBF í Vestmanna, og síðani verða seinastu innleiðandi umførini og finalurnar avgreiddar á breytini hjá VBM á Sandvíkum.
Tilmelding til hesa kapping er á skot.fo.
Úrslit
1. Alex Johannesen
2. Finn Ludvig
3. Per S. Hansen
4. Carsten Joensen
5. Jón Jacobsen
6. Esmar Joensen
7. Bartal Klettheyggj
8. Johnhard Klettheyggj
9. Oddmar Dam
10. Hákun G Heinesen
11. Jeppe Sommer Bruun
12. Jóhannus Kristmundsson
13. Djóni Lava Olsen
14. Høgni Guldbro Jósleivsson
15. Sigurd Rasmussen
16. Torkil E. Ternustein
17. Kári Báraldsson
18. Áslakur Johannesen
Unglingar
1. Bartal Klettheyggj
2. Hákun G Heinesen
3. Kári Báraldsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald