Fótbóltur

Tvær vikur til kappingarbyrjan

Víkingur vitjar 07 Vestur leygardagin 9. mars, og dagin aftur skulu hini átta liðini í Betrideildini hjá monnum av álvara í eldin - almenna startskotið er stórsteypadysturin um eina viku.

Geza David Turi og Víkingur vitja 07 Vestur í allarfyrsta dystinum í Betrideildini - leygardagin 9. mars (Mynd: Jens Kr. Vang)

Geza David Turi og Víkingur vitja 07 Vestur í allarfyrsta dystinum í Betrideildini - leygardagin 9. mars (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-24 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið hevur verið batnandi, venjingardystirnir hava verið nógvir, og nú økist spenningurin av álvara.

Í dag eru júst tvær vikur til Betrideildin hjá monnum byrjar aftur. Eins og í fjør, er allarfyrsti dysturin á Dungasandi. Í fjør vitjaði ÍF - hesaferð fær 07 Vestur vitjan av Víkingi.

[object Object]

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen endaði aftur við silvurkrónunum í fjør eftir heili 14 sigrar á rað. Seinasta tapið í fjør var júst í Sørvági, og hetta var á Countryfestivalinum í juni. Stór útskifting hevur verið hjá 07 Vestur, so spurnartekinini eru fleiri. Víkingarnir hava aftur vant gróthart og nógv í vetur og síggja sterkir og spennandi út.

Sí eisini: 
Víkingur vann venjarakappingina: 28-0 í málúrttøku
Trífaldu meistararnir taptu 4-1 fyri Víkingi

Dagin eftir, sunnudagin 10 mars, eru fýra dystir á skránni. FSF hevur spjatt dystirnar meira út nú, so til ber at síggja fleiri dystir. 

Sí eisini: Dystirnir eru meira spjaddir út

Á tí seinna degnum í 1. umfari sær HB - NSÍ út sum tann mest áhugaverdi dysturin. HB hevur nýggjan venjara úr Italia og skal finna nýggjar loysnir í serliga skapandi spælinum. NSÍ hevur fingið Petur Kundsen og Klæmint Andrasson Olsen, og uppflytararnir síggja nógv styrktir út.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen er aftur í gulum og svørtum, og skal metmálskjúttin í føroyskum mansfótbótli royna at sláa til móti Bartali Wardum og HB beinanvegin (Mynd: Sverri Egholm)

Skála er eisini í Betrideidlini og tekur ímóti EB/Streymi sunnukvøldið 10. mars. Hesin seinasti dysturin, sum verður skotin í gongd, í 1. umfar er millum tvey lið, ið helst fara at kappast í niðaru hálvu.

B36 vitjar Jákup á Borg og B68, sum seinast vóru at síggja í spenanndi steypafinalu móti HB. ÍF skal til Klaksvíkar at spæla móti trífaldu føroyameistarunum.

Skráin fyri 1. umfar

[object Object]

(Skíggjamynd: FSF)

Um júst eina viku, leygardagin 2. mars klokkan 17.30, spæla steypavinnararnir HB móti føroyameistarunum KÍ í stórsteypadystinum á Tórsvølli. Hetta er almenna startskotið uppá kappingarárið.

Les eisini: Berin fær ágóðan av stórsteypadystinum

Portalurin fer sum vant at fylgja væl við Betrideildini hjá monnum. Millum annað er okkara livescore-skipan, sum er í samstarvi við dystir.fo, í nýggjum hami. Hon sæst ovast á forsíðuni í sambandi við venjingardystirnar nú

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder