6. umfar og seinastu dystirnir í VFF Cup vóru á skránni í høvuðsstaðnum í dag.
1. deildarliðini AB og FC Suðuroy spældu á Argjum - FC Suðuroy sum avloysari fyri EB/Streym, ið er á venjingarlegu í Spania í løtuni. Har endaði tað 3-3.
07 Vestur vann á ÍF, B36 vann trygt á Skála, og endaði á 5. plássi í kappingini við sigri eftir brotssparkskapping móti B68.
Yvirlit yvir finaluumfarið í dag (Mynd: portal.fo)
Til ber at síggja meira nágreiniligt yvirlit á dystir.fo.
Finalan var millum silvurvinnararnir í Betrideildini í fjør og annan av uppflytarunum. Bæði høvdu 13 stig fyri teir fimm dystirnar undan finaluni (fýra sigrar og ein javnleik) Tað var málleyst í steðginum, men í 57. minutti legði Poul Kallsberg Víking á odda við beinleiðis frísparki.
Løtu seinni reyk svenski miðvallarin hjá NSÍ, Konrad Gustafsson, út. NSÍ fekk ein mann inn ístaðin fyri, so man spældi 11 móti 11 víðari, men fimm minuttir fyri leiklok økti Jørgen Nielsen til 2-0. Fyrrverandi NSÍ-áleyarpin hevur skorað nógv fyri Víking í venjingardystunum.
Poul Kallsberg hevur ein góðan skotteknikk, og tað vísit strandingurin aftur á Tórsvølli í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Málið merkir, at Víkingur endar VFF Cup við seks sigrum á samanlagt 28-0. Einki mál ígjøgnum og yvir fimm mál í miðal vísir, at liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er væl smurt áðrenn kappingarbyrjan um tríggjar vikur.
Í dag spældi liðið eisini uttan Atla Gregersen - NSÍ var uttan Klæmint Andrasson Olsen. Mikudagin skal Víkingur spæla venjingardyst móti KÍ.
Sí meira um dystin HER.
Liðið úr Eysturkommunu hevur verið sannførandi fyrstu vikurnar í 2024 - enn er bert talan um venjingardystir, men landskappingin nærkast (Mynd: Venjarafelag Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald