Fótbóltur

Tveir áskoðarar hjá Southampton handtiknir fyri ósømiligan atburð mótvegis Cardiff

Teir veipaðu sum eitt flogfar og hánaðu harvið Emiliano Sala, ið annars varð heiðraður til Southampton - Cardiff í gjár.

Tøgn í ein minutt undan Premier Legue uppgerðini á St. Mary's í gjár
(Mynd: SkySports)

Tøgn í ein minutt undan Premier Legue uppgerðini á St. Mary's í gjár (Mynd: SkySports)

2019-02-10 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi Cardiff fyrsta dystin, eftir at líkið av Emiliano Sala varð funnið og eyðmerkt í flúgvaravrakinum. Áleyparin, ið felagið keypti fyri metprís úr Nantes, hvarv 21. januar saman við flogskiparanum David Ibbotssen, ið framvegis ikki er funnin. 

Walisiska liðið var á vitjan hjá Southampton og vann týdningarmikla botndystin 2-1 við einum seinum málið frá dananum Kenneth Zohore. Undan dystinum varð tøgn í ein minutt og leikarar á báðum liðnum bóru svørt syrgiband til heiðurs fyri farna argentinanum. Men tveir áskoðarar hjá heimaliðnum nýttu høvið til at gera "flúgvara-tekin" við ørmunum og kroppinum. Hetta varð fangað av einari telefon við kamera og av vaktunum. 

Áskoðarnir vórðu hildnir aftur, og løgreglan fekk upplýsingarnar hjá teimum. Southampton hevur síðani orðað eina fráboðan, har felagið váttar, at tveir áskoðarar vóðru handtiknir í samband við hendingina, ið felagið tekur sterka frástøðu frá.

Í skrivinum stendur, at Southampton nú arbeiðir við løgregluna fyri at eyðmerkja áskoðarar, ið hava víst óhóskandi atburð mótvegis Cardiff og teirra fjepparum, og at hesir áskoðarar fara at fáa leikbann. Felagið úr Suðuronglandi slør fast, at slíkur atburðir ikki hoyrir heima á St. Mary's leikvøllinum og í fotbólti sum heild. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder