Fýra hondbóltsdystir í fremstu deildunum verða leiktir í dag. Talan er um tveir hjá kvinnum og síðani tveir hjá monnum; tveir verða leiktir í Klaksvík og tveir á vestara armi á Skálafjørðinum.
11/11:
SMS-deildin:
14.00: StÍF - VÍF
15.00: Stjørnan - Neistin
Okkara-deildin:
16.00: StÍF - VÍF
16.30: Team Klaksvík - Kyndil
Bæði hjá kvinnum og monnum eru tveir rímiliga greiðir favorittar á útivølli, meðan hinir tykjast nakað meira opnir á pappírinum. Í báðum førum eru dystirnir eisini endurtøka av 1. umfarið.
Hjá kvinnum dystast greipuvinnararnir, ið hava 9 stig fyri 6 dystir, við StÍF, ið hevur 1 stig. Har verður væntað, at VÍF tekur tvey stig eins og Vestmanna í 1.umfarið; tá vann VÍF 31-18.
Í Klaksvík eru tað tvey ung lið, ið hittast. Neistin hevur fýra stig meira og hevur leikt ein dyst fleiri. Tá liðini spældu í september, vann Neistin við trimum málum í Havn. Neistakvinnur eru helst lítlir favorittar, men lagt er upp til ein spennandi dyst.
Í fyrsta umfarið vóru vestmenningar omaná, tá StÍF var á vitjan. VÍF er oddalið nú við 9 stigum, meðan teir av Skálafjørðinum eru fimm stig aftanfyri og hava leikt ein dyst færri. StÍF er næstaftast, og hetta sigur nakað um, hvussu tøtt deildin hjá monnum er í ár. Tað er eisini ofta tætt og undirhaldandi, tá StÍF og VÍF hittast.
Kyndil setti veruliga Team Klaksvík uppá pláss í september; 32-18 endaði tað. Tað verður helst ikki munurin í Klaksvík í dag, men Kyndil er í løtuni bert eitt stig frá fyrstplássinum, og gjørdist fyri viku síðani fyrsta liðið í ár sum vann á VÍF.
SMS-deildin:
H71 10 (5 dystir)
VÍF 9 (6 dystir)
Neistin 7 (6 dystir)
Kyndil 4 (6 dystir)
Stjørnan 3 (5 dystir)
StÍF 1 (6 dystir)
Okkara-deildin:
VÍF 9 (6 dystir)
Kyndil 8 (7 dystir)
Neistin 8 (6 dystir)
H71 6 (6 dystir)
KÍF 5 (6 dystir)
StÍF 4 (5 dystir)
Team Klaksvík 2 (6 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald