Team Klaksvík hevur í ár staðið seg væl á heimavølli. Neistin og H71 eru send heim við tapi, og seinast megnaði KÍF at tryggja sær javnleik í seinasta sekundi í Klaksvíkar Badmintonhølli við frálíkum fríkasti. Í høvuðsheitinum hevur Team Klaksvík staðið seg betri móti liðunum, sum liggja ovarliga á stigatalvu - tvær ferðir er tað endað við tapi móti Kyndli, sum liggur niðanfyri og bert hevur fingið stig móti klaksvíkingum.
Í kvøld vitjar H71, ið kann leggja seg á odda í deildini við einum tvey-máls sigri. Hoyvíkingar hava bert spælt sjey dystir - tann einasti sum endaði við tapi, var tann móti Team Klaksvík. Hetta ynskja hoyvíkingar ikki skal henda aftur, meðan klaksvíkingar hava blóð á tonnini, og spenningurin kring Team Klaksvík tykist eisini at vaksa í Klaksvík. Fyrsta bríksl í Badmintonhøllini verður klokkan 20 í kvøld.
Kvinnuliðið í Klaksvík er sera ungt og hevur einki stig fingið í ár. Christoffer Gert Nielsen roynir at byggja nakað upp, og í kvøld tekur liðið ímóti StÍF, ið sær sterkari út enn undanfarnu árini. Kvinnurnar av vestara armi á Skálafjørðinum hava sjey stig og kunnu við sigri í kvøld koma frammum VÍF og harvið leggja seg á fjórða plássi. Munurin tá liðini hittust á Skála var níggju mál. Dysturin í KÍ-høllini bryjar 18.30.
SMS-deildin
12.11
18.30: Stjørnan - StÍF
1. Kyndil 18 stig *
2. H71 15 stig
3. Neistin 12 stig
4. VÍF 8 stig
5. StÍF 7 stig
6. VB 4 stig
7. Stjørnan 0
*Ein dyst fleiri - 10 í mun til 9
Sí eisini: Kyndil og H71 renna avstað
Burn-deildin
12.11
20.00: Team Klaksvík - H71
1. VÍF 13 stig (8 dystir)
2. H71 11 stig (7 dystir)
3. Neistin 10 stig (8 dystir)
4. KÍF 9 stig (9 dystir)
5. Team Klaksvík 7 stig (8 dystir)
6. Kyndil 4 stig (9 dystir)
7. StÍF 4 stig (9 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald