Fótbóltur

Tveir leikarar afturat longt við B36

Verjuleikari og verjukendur miðvallari verða verandi í B36 til og við 2020.

Andrias Eriksen, her í steypafinaluni í fjør, kann í ár spæla finalu við nýggjum sáttmála við B36 í skjáttuni. Tað kann Eli F. Nielsen eisini
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Andrias Eriksen, her í steypafinaluni í fjør, kann í ár spæla finalu við nýggjum sáttmála við B36 í skjáttuni. Tað kann Eli F. Nielsen eisini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-23 06:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið skal B36 spæla finalu um Løgmanssteypið á Tórsvølli. B36-hópurin fyrireikar seg nú til brakið, og felagið fyrireikar seg eisini til komandi árini.

Í seinastu viku longdi B36 samstarvið við argjamennirnar Alex Mellemgaard og Benjamin Heinesen. Í gjár kunngjørdi B36 á heimasíðu sínari, at Andrias Høgnason Eriksen og Eli Falkvard Nielsen hava gjørt tvey-ára sáttmála við felagið.

Stóri verjuleikarin og stríðsmaðurin á miðjuni umboðaðu báðir B36 fyri fyrstu ferð  í fremstu deildini í 2014. Eli kom úr 07 Vestur, og vágamaðurin beit seg av álvara fastan á liðið í 2015. Hann hevur nú umboðað B36 yvir 100 ferðir. Andrias kom til B36 í 2013, og árið eftir var hann fastur í miðverjuni. Hann hevur spælt 110 dystir í Betri-deildini.

Bæði Andrias og Eli hava vunnið FM-heiti tvær ferðir við felagnum, og vóru í summar við til at spæla liðið víðari tvær ferðir í Europa League.

24-ára gamli Andrias og 25-ára gamli Eli verða helst at síggja á Tórsvølli leygarkvøldið og í B36 í øllum førum tvey ár fram.

Les eisini:

https://roysni.fo/b36-longt-vid-tveir-leikarar

Kelda: B36.fo og FaroeSoccer



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder